Tann nýggja tíðin er kl. 22.00 til kl. 06.00, sum jú er tann sama, sum teir brúktu seinasta ár. Og koyrandi er ímillum á midnátt, kl. 02.00 og kl. 04.00.
Arbeiðið hjá Landsverk byrjar tann 7. apríl og endar tann 28. juli, um alt gongur sum atlað.
Í greinini Tíðarnir broyttar (les grein HER) har spurdu vit tykkum, hvat fyri tíð tit høvdu dáma best, har arbeitt bleiv uppá Kunoyartunnil og har hava tey flestu eisini svara frá kl. 22.00 til kl. 06.00 - so hvør veit, kanska hevur Landsverk lurta eftir okkum ?!?
Eftir nógv umtalað stríð um arbeiði uppá Kunoyartunnil, so fara vit í hesum umfarið ikki at skriva nógv meira um hetta og lata arbeiðsmennirnar hjá Landsverk arbeiða í frið uppá tunnilin. Og samstundis so fara vit at takka øllum teimum, sum arbeitt hava fyri, at tíðirnar eru broyttar til tað, sum tær eru í dag - nevniliga 22.00 til 06.00.
JáH (y) 05.04.2015