Men kampagnan hjá Watson & Co skuldi vara heilt til oktober og væl kann ein síggja nú - at hetta hevur also ikki verið tann stóra successin hjá felagsskapinum í ár. Tí nú lýsa tey óført yvir á teirra heimasíðu & FB síðum, at tey mangla pening.
Fólk eru blivin handtikin, dømd og tveitt av landinum fyri at órógva - ímeðan vit føroyingar bevara okkara mentan við at drepa grind. Eisini hevur Sea Shepherd mist fleiri smábátar - og sjálvt um Paul Watson royndi at venda hetta til nakað jaligt - so hevur hetta í veruleikanum kosta felagsskapinum Sea Shepherd dýrt.
Les eisini Trý Sea Shepherd fólk handtikin! (Myndarøð & Video)
Sjálvur hevur Paul Watson ikki offrað nógv til fólkini í Føroyum, har hann bert hevur givið 500 euros úr hansara enorma pengapungi.
Og um góðar tvær vikur, so skula tey út aftur úr Føroyum og til næsta ár - ja, hvat verur tað ikki herligt, at sleppan undan at síggja nøkur fólk við svørtum hettutroyggjum við deyðningahøvdum á ..!
JáH (y) 14.09.2015