
Les eisini: Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum Norðlýsið. Her 100 myndir.
Soleiðis skrivar John William sjálvur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum:
"Eg skal hervið takka fyri meg. Sum støðan er í løtuni, har parkinson sjúka og heilivágur í alt ov stóran mun hava tikið ræði á lívi mínum, eri eg ikki longur førur fyri at røkja mítt starv og tí eri eg ikki longur á Norðlýsinum. Eg vil takka fyri tíðina og øllum sum eg havi samstarva við. Serlig tøkk til starvsfólkini sum starvast og hava starvast á Norðlýsinum. Í samband við 100 ára hátíðardagin, boðaði eg frá at eg fór at leggja frá mær (sí video). Ein serlig tøkk til konu mína sum altíð hevur stuðlað og børn míni, familja og vinir. John William Joensen"
Bróðir, Símun á Høvdanum kennir alt til Norðlýsið og hevur hann skrivað sera nógvar greinar fyri teir - og sjálvtsagt tikið sera nógvar myndir fyri Norðlýsið ígjøgnum tíðina (sjá Youtube video niðanfyri - har bróðir prátar við Norðlýsið á teirra 100 ára degi). Og sjálvur fekk eg kjansin til at tekna teknirøðir á sinni, og fyrsta teknirøðin eg teknaði bar heiti Krutl-Familjan og tann teknirøðin bleiv prentað í Norðlýsinum og sjálvur havi eg bert sera góð minnir av John William og pápa hansara Oliver Joensen. Vit á Norðoya Portali fara at takka John William fyri gott samstarv og ynskja honum við familju góðan byr í framtíðini.
JáH (y) 13.12.2015
| |