Niðanfyri sæst skráin fyri hósdag 18.02.2016
Betesda – kl. 10.00
Torra-Café
Poul Færø greiðir frá trolaralívinum umborð á Sjúrðaberg, tá ið teir í 1958 – 59 eisini plagdu at syngja umvegis sendara til flotan. Tónleikur, sangur og kaffi eri eisini á skrá.
Poul Færø greiðir frá vinarlagnum millum hann, Brynleif Hansen, sum var telegrafistur umborð og Jógvan H. Djurhuus sum var á dekkinum – Eisini eru nógvar aðrar hugleiðingar um hesa tíðina, har hann m.a. gjørdi lagið til “Her glaður eg ferðist”, sum Brynleif gjørdi orðini til – Vitin fer at syngja henda sangin og kanska aðrar sangin við eftir framløguna.
Eisini verður ein myndarøð víst frá lívinum umborð, sum ikki hava verið alment frammi áður.
Posthúsið - kl. 10.00
Frits Johannesen letur upp listaframsýning á Posthúsinum
Framsýningin er opin til kl. 15.30
Adventure kl. 14.00 – 18.00
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Smæran – kl. 15.00
Hanus Lassen – hugleiðingar um sjólívið
Kl. 15.00 – 18.00
Myndaframsýning verður eisini við golmum myndum úr Klaksvík.
Í sambandi við tiltøkini í Smæruni verður eisini “kaffisøla við køkum”.
Dragin opið skip kl. 16.00 - 18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.
Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.30
Osmund Justinussen, skipari og reiðari heldur fyrilestur: Veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar.
Kelda: www.klaksvik.fo