Eg eri sera skuffaður av okkara kommunu og eftir svimjikappingina seinasta vikuskiftið, har slett ongin áhugi var frá Klaksvíkar Kommunu síðu av, havi eg avgjørt, at um umstøðurnar ikki gerast betur áðrenn summarferiuna, so gevist eg sum formaður í Ægir til næsta aðalfund og so kann Jógvan Skorheim og hansara harkalið yvirtaka Ægir, men við hasum umstøðunum og teirra áhuga fyri svimjing, verið eg ikki formaður í Ægir longur.
Símun á Høvdanum
Formaður í Ægir