NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Norðlýsið og Klaksvíkar Kommuna ongan áhuga í Ægir

16/2/2016

Comments

 
Billede
Sjálvt um Ægir vann stóru svimjikappingina í Klaksvík seinasta vikuskiftið og settið trý Føroysk Juniormet og eitt Føroysk met, sum var sera gamalt, heilt frá 2007, so hevur hetta ongan áhuga hjá Norðlýsinum og Klaksvíkar Kommunu.

Krista Mørkøre, ein av okkara allerbestu svimjarum, forbetraði seg sera nógv og svam seg næstan til OL í Brasil, ongan áhuga fyri Norðlýsið og Klaksvíkar Kommunu.

Ikki eitt umboð fyri Norðlýsið ella Klaksvíkar Kommunu vóru í svimjihøllini til kappingina, men kanska teir ikki hava tíð, tí teir skulu jú rudda vøllin fyri kava, men eg vænti sjálvandi at Borgmeistarin og Norðlýsið skulu vera skjótir á staðnum, um ein av okkara svimjarum klárar kravtíðirnar til OL og tá gera nógv burturúr við myndum og geva teirra uppbakking, tí tá eru teir jú LOKALIR.

Ægir hevur sera ringar umstøður, at virka undir. Vit hava eitt felagshølið, sum er 2x1.5 metur til støddar, ella á samanlíkna við eitt kustaskap til okkara brúk og har skulu vit húsast og hava okkara nevndarfundir, útgerð og annað, men har skal Torkil Mørkøre, leiðarin í Klaksvíkar Svimjihøll hava rós fyri, at hann hevur givið okkum teirra felagshølir, so vit kunnu halda okkara fundir har.

Tá er munur á Suðurrás, teir skriva nógv um góðu úrslitini hjá SuSvim, hava eisini lýsingar um svimjing á teirra portali og nógv verður gjørt burturúr svimjing har suðuri, men sjálvandi, Klaksvíkar Kommuna lýsir bara í Norðlýsinum, ongin annar miðil kann fáa nakra lýsing harfrá og Norðlýsið skrivar bert um fótbólt, fótbólt, fótbólt, hvørjar gaggur onkur spælari spælir við ella um ein spælari hevur skift pannuband ella onkur er dottin, jú, jú, men svimjarar sum svimja 9. ferðir um vikuna og stríðast av øllum álvi fyri at gerast Føroyameistarar og klára kravtíðirnar til OL, hava ongan áhuga fyri okkara lokala blað og allerminst fyri Klaksvíkar Kommunu.


Við svimjukvøðu

Símun á Høvdanum
Formaður Ægir

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.