Hon hevði konsert á Summar Festivalinum ígjár, men vildi sleppa í góðari tíð til Føroya fyri at uppliva landið.
– Eg havi sett meg inn í, hvat Føroyar er, og eg eri sera fegin um, at eg eri sloppin til Føroya at vitja og at hava konsert her. Eg havi ferðast nógvastaðni kring heimin, men eg má siga, at eg havi sjáldan tikið so nógvar myndir sum her í Føroyum, sigur Zara Larsson.
– Vit hava fingið nógvar góðar upplivingar í gjár og í dag, og í kvøld ætli eg mær at løna føroyingum aftur og geva fólki eina tónleikauppliving, sum tey seint fara at gloyma, sigur hon.
Zara Larsson telist millum heitastu nøvnini í altjóða popptónleiki í løtuni. Hon hevur hittað við sangum sum Lush Life, Uncover og Symphony, og í kvøld framførir hon hesar og aðrar sangir saman við bólki sínum á Vágsbø.
– Vit leggja sera nógv orku í okkara framførslur, og vit eru í toppformi, nú vit fara at spæla á Summar Festivalinum, segði hon við Summarfestivalin.
Zara Larsson er nógv umbiðin. Hon fór tíðliga av landinum í morgun aftur, og í kvøld hevur hon konsert í Brússel.
Zara Larsson spældi á Summar Festivalinum ígjár og Vágsbøur kókaði veruliga av fólkið, sum hildu sera gott um framførsluna hjá Zaru Larsson. Hon framførdi øll tey kendu hittini á pallinum og dugdi eisini sera væl, at fáa fólkið við sær.
JáH (y) 11.08.2018