Vit meta, at hetta uppskotið, saman við øðrum átøkum, sum nýliga eru framd, fer at hava við sær ein skipaða niðurlaðan av útróðrarvinnuni, og er eina háðan móti teimum, ið hava útróður sum vinnuveg.
Bólkarnir 4A og 4B eru teir, sum í forhond hava mestan tørv á fiskidøgum. Hóast hetta, so varð tað trolaraparturin av bólki 4, sum fekk tillutað 300 nýggjar fiskidagar í nýggju sjófeingislógini. Tá ið tað nú verður lagt upp til at taka 200-300 fiskidagar frá bólkunum 4A og 4B, so gevur hetta als onga meining.
Útróðrarbátarnir hava eisini ein søguligan rætt, og hava eins og aðrir partar av vinnuni krav uppá tryggar karmar. Útróðrarflotin varð 'gloymdur', tá ið makrelur varð latin bólki 3, og tá ið nýggir dagar vórðu latnir bólki 4T.
Síggið nú til, at tit eisini tryggja útróðrarflotanum teir karmar, sum krevjast fyri at reka vinnuligt virksemi.
Meginfelag Útróðrarmanna heitir tí staðiliga á allar tinglimir, uttan mun til politiskan lit, um at fella uppskotini til broyting í Sjófeingislógini í verandi líki. Í øðrum lagi heita vit á tykkum um at strika allar broytingar, sum viðvíkja bólki 4A og 4B.
Vegna Meginfelag Útróðrarmanna,
Finnbjørn Vang, formaður
Hetta er min meining, sjá filmsklipp herundir: