Hesa ferð koyrdi ein lastbilur í eina mannamúgvu ígjár í Berlin og í skrivandi stund, so hava 12 menniskjur latið lív.
Jólamarknaður varð í gøtuni í Berlin og sera mong menniskjur vóru savnaði til tiltakið, tá ið knappliga ein lastbilur kemur koyrandi við fullari ferð inn í mannamúgvuna. Tveir sjafførar vóru í bilinum, har ein bleiv skotin til deyðis av løgregluni og hin er blivin handtikin.
Løgreglan úr Berlin er nú ikki í iva um, at her er talan um yvirgangsálopi og leita verður nú eftir tí rætta bilføraranum av lastbilinum, sum løgreglan heldur er dripin av ránsmonnunum - men vil tó ikki viðmerkja meira um málið beint nú.
JáH (y) 20.12.2016