Í Kambsdali fór tekjan hjá KJ Hydralik og í Klaksvík fór tekjan hjá Húsarhaldsskúlanum eisini, umframt at bilar eru farnir sendandi upp í luftina.
Í Haraldsundi fór ein 40 fóts containari sendandi upp í luftina og endaði á Leitisvegnum, har tað í Kollafirði eru fleiri containara (umframt bilar) eru endaðir á sjónum. Tað eru fleiri aðrastaðnis kring Føroya land, at tekjur eru rivnar og hjallar o.a. eru farnar sín veg. Fleiri vilja annars vera við, at henda ódnin saktans kann samanberast við Jólaódnina, sum vit høvdu í 1988 - har báðar tilfelags hava havt yvir 900 Hp (Henda 950 Hp og tann í 1988 hevði 934 Hp).
Sjá sendingina hjá KVF Jólaódnin, við at trýsta HER
JáH (y) 26.12.2016