Vakurleiki er sjálvandi hjá tí, sum hyggur eftir vakurleikanum. Men tað virkar sum um, at fólk eru troytt av kroppum, sum eru diddarak.
Universiteti frá Missouri, Kansas spurdi 78 kvinnuligar studentar um at døma kvinnur við trimmaðum kroppi - ímun til kvinnur, sum ein kallar fyri diddarak. Hugt varð eftir kvinnum frá Miss USA vakurleika dystum (har modellirnar mangan eru diddarak) og vísindi vísti tað, at fleiri dámdu betri kvinnur við trimmaðum kroppum - enn kvinnur, sum eru diddarak.
Hugt bleiv eftir myndum frá 1999 til 2013 - og har bleiv tað eisini funnið útav, at vanligir/trimmaðir kroppar vunnu oftari tittlar - enn kroppar, sum vóru diddarak. Aftanfyri granskingina sigur Frances Bozsik:
- Tað eru síður sum Instragram, Tumblr og Pinterest, sum kunna avgera - hvat vit menniskjur meta vera vakurt. Tað kann jú eisini vera farligt, at vísa á - at tað tú ert diddarak - er sunt. Hetta vísur eisini hvussu ein trimmaður/sunnur kroppur saktans kann standa mát við einum diddarakum modell-kroppi.
JáH (y) 18.06.2018