Endamálið við staðbundnu nevndunum er at tryggja nærsambondini og at geva borgarunum rættin at ummæla mál viðvíkjandi staðbundnum viðurskiftum, soleiðis at kommunalar tænastur eisini verða væl røktar á smáplássunum.
Fýra fundir eru árliga og hesa vikuna hava allar nevndirnar havt sín triðja fund, har nevndirnar hava reist fleiri mál.
Fyrisitingin í Klaksvíkar kommunu setur vanliga mál á skrá, men virkisøkið er seinastu árini víðkað til, at nevndin eisini kann reisa mál í samráð við borgarstjóran. Uppgávan hjá nevndini er somuleiðis at vegleiða, umrøða og at gera tilmælir til mál, sum býráðið metir hava serligan áhuga fyri økið.
Allar bygdirnar í kommununi hava staðbundin fólk, sum vegna økið hava møguleika at koma til orðanna.
Seinasta nevndarumfar hjá staðbundnu nevndunum verður í november.
Klaksvíkar Kommuna