NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

VIRKIÐ VÁR

4/5/2021

Comments

 
Picture


Í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni setur Klaksvíkar kommuna umhvørvið og fólkaheilsuna á breddan. Býurin skal vera karmur um størri og smærri átøk, sum skulu eggja borgarum at brúka býrúmið og náttúruna.

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá Fólkaheilsuráðnum, sum stendur fyri átakinum ABC fyri sálarheilsu. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna seinastu árini við átakinum Slóða fyri, sett umhvørvið á breddan. Undir heitinum Virkið vár verður við hesum báðum átøkunum varpað ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.   

Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, sigur, at hetta er fyrsta átakið hjá nýggju heilsunevndini, sum hevur til endamáls at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.

- At vera virkin uttandura í okkara býi, bygdum og náttúru gagnar okkum øllum væl. Vit kenna øll, hvussu væl vit eru fyri, tá vit hava rokast úti og fara glað og troytt til songar. Ella tá vit hava verið úti og notið friðin, luftina og vakra útsýnið við eru umringað av.   

- Í sambandi við Virkið vár, hava vit millum annað bjóðað stovnum, áhugafeløgum og øðrum at taka lut við ymiskum tiltøkum, sum eggja til, at vit kunnu vera saman, virkin og hugbundin m.a. úti í náttúruni. Í hesum sambandi kann eg m.a. nevna, at skipað verður fyri einum familjutúri í Hagadal, har familjur kunnu fara ein gongutúr og njóta náttúruna og síggja smálombini, sum eru komin, og seinni verður eisini møguleiki hjá barnagarðsbørnum at planta trø í býarrúminum, sigur Annika S. Biskopstø.

Leygardagin 8. mai verður Virkið vár skotið í gongd. Hendan dagin skipar Treysti eisini fyri NS hálvmaraton, og í tí sambandi verða Stoyksoyravegur, Klaksvíksvegur, Biskupstøðgøta Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum stongd fyri ferðslu, men lagt verður upp til hugnaliga samveru kring rutuna, tá ið runnið verður. Kommunan setur benkur og fløgg upp ymsastaðni, og eggjar fólki at fara út at njóta friðin á vegunum, hugna sær á einum bonki, hoppa band, lakka paradís ella eitt hvørt annað, sum stuðlar undir hugnaliga samveru.

Skráin fyri Virkið vár leygardagin 8. mai er tøk niðast á síðuni her. Sum mánaðurin líður, koma onnur tiltøk eisini á skrá. Serliga vera tað leygardagarnir fram til 5. juni, at ymiskt verður á skrá. Til ber at fylgja við á facebook-tiltakinum Virkið vár og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.  

Forkvinnan í heilsunevndini sigur til seinast, at hugskot til skránna framvegis eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við hesum átakinum er nevnliga at sjónligera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Á hendan hátt fáa vit sum kommuna verið við til at varpað ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, sigur Annika S. Biskopstø.

Kunning um tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, og sum eru á skrá í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni, kunnu sendast til Duritu Samuelsen umvegis duritas@klaksvik.fo.

SKRÁIN 8. MAI 2021
Kl. 10:00 Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, setur Virkið vár. Setanin verður á terassuni og skúlagarðinum ímóti SnjalluBjallu

Kl. 10:10 Skótarnir seta smáskótadagin og skipa fyri sangi og spæli. Øll eru vælkomin

Kl. 10:30 Monika Mohr frá ABC fyri sálarheilsu hevur framløgu um ABC fyri sálarliga heilsu

Kl. 11:15 Sangframførsla við Onnu Louisu Mýri

Kl. 11:30 Fólkaheilsuráðið skipar fyri ókeypis heilsukanningum, har møguleiki er at máta BMI, vøddar og feittprosent. Kanningar eru, so leingi áhugi er. Møguleiki er fyri uppfylgjandi heilsukanning 2.juni.
Nærri kunning seinni.

Kl.11:30 Tekniborði, har tað er møguligt hjá børnum í øllum aldri at gera eina tekning til listaframsýning, har evnið er “Mítt býarrúm”. Tekningarnar hanga uppi á Skúlatrøð til og við á norðoyastevnu

Kl.11:30 Bóndir og Norðoya Kunningarstova greiða frá virkseminum viðv. matsølu í smáttunum og bóndir bjóða brellbitar

Kaffi, te og vatn verður at fáa.

Kl.13:00-17:00 Ferðsluavmarkingar í samband við NS hálvmaraton.
Kommunan eggjar fólki at fara út at njóta friðin á vegunum og stuðla rennarunum, hugna sær á einum bonki, hoppa band ella lakka paradís.

Kl. 13.30 Treysti skipar fyri barnarenning í samband við hálvmaraton. Startur og mál uttanfyri Norðoya Sparikassa. Tilmelding í seinasta lagi 7. mai

Kl. 14.00 FM hálvmaraton, NS hálvmaraton og NS stuðulsrenning. Startur og mál uttanfyri Norðoya Sparikassa. Tilmelding í seinasta lagi 7. mai

Kl. 15.00 Norðoya gongufelag skipar fyri familjutúri í Hagadal undir Brúnaskarið, har møguligt er at uppliva náttúru og smálomb. Vit hittast við reyða fjósið, har rulluportrið er. Ver í gummistilvum.

Kl. 15:15 Smáskótarnir hittast um legubál á Vágsbøi. Øll eru vælkomin at luttaka í sangi rundanum bálið.

Sí skránna í pdf her: Virkð Vár

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.