Tey, ið luttóku vóru Bjørt Samuelsen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Bjarni Hammer og Bjørn Kalsø. Umframt hesi sita eisini Jógvan Skorheim og Ingolf Olsen í vinnunevndini.
Endamálið við vitjanini var at fáa kunning um virksemið hjá føroyskari framleiðsluvinnu. Føroya Bjór, ið varð stovnað í 1888, telist í dag millum elstu framleiðslufyritøkur í landinum.
Umboð frá Føroya Bjór greiddu frá avbjóðingum og møguleikum fyri hesa føroysku vinnugreinina.
Føroya Bjór framleiðir fleiri enn 50 ymiskar vørur, ið fevnir um sodavatn, vatn, maltøl, øl, Whisky v.m.
Nú vóni eg at Føroya Bjór setti Vinnunevndina hendan spurning, at um tað ikki kundi verið loyvt hjá Føroya Bjór at selt øll sløg av teirra ølið til privatu og handilskundarnar hjá FB, tí tað er sera býtt og løgi, at man ikki kann keypa Golden Ram og aðrar sterkar øl á Føroya Bjór, men man má fara í Rúsuna at keypa tær. Sjálvandi skuldi tað eisini verið loyvt at keypt tær á Føroya Bjór.
SáH