NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vinarbýarsáttmáli við Skt. Pætursborg

8/2/2020

Comments

 
Billede
Dato 29.01.2020: Í dag verður vinarbýarsáttmáli undirskrivaður millum St. Pætursborg í Russlandi og Klaksvíkar kommunu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, umboðar saman við øðrum býráðslimum í Klaksvíkar býráð, Klaksvíkar kommunu, sum í hesum døgum er á vitjan í Pusjkin, sum er ein økispartur av St. Pætursborg við 6 mill. innbúgvum.

Seinni í dag fer borgarstjórin at undirskriva vinarbýarsáttmála partarnar ímillum, og í tí sambandi verður ein formligur fundur seinni í dag, har neyvari verður sett orð á samstarvið, som longu letur upp fyri mongum ymiskum, sum verður at frætta um, sum frá líður.

Klaksvíkar býráð sær nógvar møguleikar í hesum vinarbandi – vinnuliga og mentanarliga. Tað skerst heldur ikki burtur, at samstarv hevur verið millum Russland og Føroyar á fiskivinnuøkinum síðani 50-ini, og í dag verður størsti partur av fiskaúrdráttum, sum koma frá Føroyum uppskipaður til St. Pætursborg, hagani ein partur so verður skipaður víðari til onnur øki í Russlandi. Her kann leggjast afturat, at tað eru ikki so lítlar nøgdir, sum koma úr Klaksvík.

MENTANARLIG VITANARDEILING
Á túrinum hevur ferðaliðið vitjað á fleiri ymiskum áhugaverdum støðum. Eitt nú á einum barnabókasavni í Pusjkin, har tey í Puskjin-økinum hava 12 bókasøvn. Hesi snakka øll saman umvegis netið og læna bøkur frá hvørjum øðrum, um tað skuldi verið neyðugt.

Í Pusjkin eru tey í ferð við at byggja eitt nýtt bókasavn, sum hevur fingið stuðul frá St. Pætursborg við 29 mill rublar. (1 kr. = ca. 10 rublar)

Viðskiftafólkini hjá bókasøvnunum kunnu umvegis netið umbiðja bøkur. Tær bøkur, savnið ikki hevur, verða umbiðnar aðrastaðni frá.

Verandi barnabókasøvn hava sín uppruna frá 1946, har fólk eftir kríggið tóku seg saman at stovna bókasøvn við bókum, sum fólk í býnum góvu til endamálið. Hetta var ein svár tíð, har nógv varð gjørt fyri at lætta um og tá serliga hjá børnunum.

Á bókasavninum hava tey eina verkætlan, sum tey kallaðu ”Við opnum hjarta”, har tey skipa fyri ymiskum kreativum s.s. tónleik, tekna, byggja lutir, gera einglar um jólini, seyma og gera lutir úr pappíri o.a.

Summi av børnunum hava eitt baldrugt lív, men njóta gott av at koma higar at fáast við mangt ymiskt, umframt at læna og lesa bøkur. Tey gera kallendarar við børnunum, skipa fyri lestrarkvøldum og annað mangt.

Í Pusjkin eru nógv ymisk søvn í býnum umframt parkir, og so ikki at forgloyma standmyndina av Pusjkin, sum varð krógvað burtur undir krígnum, so hon ikki varð bumbað, sum so mangar aðrar. Standmyndin varð tikin framaftur eftir kríggið, við nógvum kenslum.

Eina ferð um mánaðin skipar bókasavnið fyri tiltaki fyri ungum við skerdum førleikum, teirra millum blindum, og so vitja tey eisini fólk á sjúkrahúsum við bókum.

KREATIVUR STUDENTASKÚLI
Vitjað varð eisini á einum miðnámsskúla, har tað ganga 1300 næmingar.

Á skúlanum verður undirvíst í list í breiðari merking, tónleiki, leiklist, list og bókmentum. Vitjað varð á ymsu deildunum og vóru øll sera fyrikomandi, og ferðaliðið fekk eisini nakrar ljóðroyndir – bæði av heilt ungum næmingum og lærarum á skúlanum.

Á bókmentadeildini var eitt rúgvusmiki savn við bókmentafólkum og verkum teirra, har kanska mest var gjørt burtur úr kendu Anna Axmatoba 23. juni 1889 – 5. mars 1966, sum einaferð var í uppskoti til Nobel-virðisløn. Hennara bókmentur vóru kanska so mikið fyri sína tíð, at sumt av tí varð forboðin lestnaður.

Her fleiri myndir, klikk her “Vinarbýarsáttmáli við Skt. Pætursborg”

Kelda: Klaksvík.fo

SáH​

Lýsing Balslev
Billede
Lýsing Balslev
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.