NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Viðmerkingar til tíðindi í KVF 20. juli kl. 18.00 um brot á javnstøðulógina

21/7/2022

Comments

 
Picture
Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpi Føroya 20. juli kl. 18.00 var innslag um Løgmansskrivstovuna og Javnstøðunevndina. Løgmansskrivstovan varð ikki spurd um møguligar viðmerkingar til innslagið, áðrenn tíðindasendingina kl. 18.00.

Í innslagnum hjá Kringvarpi Føroya varð sagt, at Løgmansskrivstovan hevði fingið eina átalu frá Javnstøðunevndini fyri brot á § 8 í javnstøðulógini. Hetta er ikki rætt.

Løgmansskrivstovan hevur 20. juli fingið bræv frá Javnstøðunevndini, við eini áheitan um at halda § 8 í javnstøðulógini.

Í brævinum heitir Javnstøðunevndin somuleiðis á Løgmansskrivstovuna um, innan 31. august, at taka málið upp og greiða nevndini frá, hví stjórnaráðið ikki heldur ásetingarnar í hvørjum einstøkum føri sær.

Løgmansskrivstovan tekur áheitanina frá Javnstøðunevndini í størsta álvara og hevur í dag svarað nevndini, og greitt gjølla frá nevndarsamsetingunum, undir Løgmansskrivstovuni.

Niðurstøðan hjá Løgmansskrivstovuni er, at Løgmansskrivstovan í hvørjum einstøku føri sær, metir seg at hava hildið ásetingarnar í § 8.


Løgmansskrivstovan hevur gjørt sítt til at halda javnstøðulógina. Sum dømi kann nevnast Politiøkisráðið (Kredsråd vedrørende politiets virksomhed). Her eru tíggju limir, sjey av teimum føddir limir, sum allir eru menn. Landsstýrið velur tríggjar, sum skulu umboða løgmál, skúlamál og almannamál. Vanliga eigur landsstýrið at halda javnstøðulógina í sínum egnum setanum, og kann síggja burtur frá øðrum limum. Men í hesum føri var biðið um loyvi at tilnevna 3 kvinnur sum umboð vegna landsstýrið, tí hetta var mett at vera í samsvari við endamálið í javnstøðulógina. Javnstøðunevndin játtaði umbønini.

***************

Løgmansskrivstovan hevur í svarinum til Javnstøðunevndina víst á fylgjandi viðurskifti:

Løgmansskrivstovan varðar av Dáturráðnum, Fjølmiðlanevndini, nevndini fyri brotsverksoffur, kredsråd vedrørende politiets virksomhed, og nevndini fyri Norðurbryggjuna. Harumframt møtir Løgmansskrivstovan á aðalfundi í Sp/f ítróttarvedding, umboðandi 20% av partapeninginum, at velja nevnd, umframt at hon eisini er umboðað í Revsirættarliga ráðnum.

Um einstøku nevndirnar Løgmansskrivstovan varðar av, er at siga:

Dáturáðið
: Er sett sbrt. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum § 67, stk. 1, har sagt verður:

”Landsstýrismaðurin setir eitt Dáturáð, sum er skipað við formanni, sum skal verða løgfrøðingur, umframt fýra øðrum limum. Tveir av limunum vera tilnevndir eftir tilmæli frá Kommunufelagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.”
Í nevndini sita í dag tríggjar konur og tveir menn. Hetta er samsvarandi javnstøðulógini § 8.

Fjølmiðlanevndin
: Er sett sbrt. løgtingslóg nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021 § 41, stk. 1, har sagt verður:

“Landsstýrismaðurin setir fjølmiðlanevnd við formanni og trimum øðrum limum. Ein limur, sum er løgfrøðingur, verður tilnevndur av landsstýrismanninum, ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Føroya Blaðmannafelag, ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá umboðum hjá leiðslunum (redaktiónunum) á teimum miðlum, sum eru fevndir av § 1, og ein limur verður tilnevndur sum umboð fyri almenningin eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum.”

Í nevndini sita í dag tvær konur og tveir menn. Hetta er samsvarandi javnstøðulógini § 8.

Nevndini fyri brotsverksoffur
: Er sett sbrt. anordning nr. 581 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser (tillagað eftir ræðislógini § 2, tí at málsøkið var yvirtikið í 2010) § 11, stk. 1 og 2 har sagt verður:
“§ 11. Afgørelse om erstatning træffes af et nævn, der nedsættes af justitsministeren.
Stk. 2. Nævnet består af en formand, der skal være dommer, og af 2 andre medlemmer, hvoraf det ene medlem udnævnes efter indstilling fra socialministeren og det andet medlem efter indstilling fra advokatrådet. Medlemmerne og stedfortrædere for disse udnævnes for 4 år.”

Nevndin verður nú vald av landsstýrinum, eftir tilmæli frá tilsvarandi føroysku myndugleikum.

Í nevndini sita í dag ein kona og tveir menn. Hetta er samsvarandi javnstøðulógini § 8.

Kredsråd vedrørende politiets virksomhed
: Er sett sbrt. rættargangslógini § 144, stk. 2 har sagt verður:
“Kredsrådet består af landfogeden, borgmestrene i den efter indbyggertal største kommune i hvert syssel og 3 repræsentanter udpeget af landsstyret.”

Løgmansskrivstovan hevur valt 3 konur sum limir í nevndina. Hetta var gjørt tí at allir borgarstjórarnir sum vóru í nevndini vóru menn. Javnstøðunevndin gav formligt undantaksloyvi til hetta í skrivi dagfestum 24. mars 2021.

Revsirættarliga ráðið
: Hevur ikki eitt formligt grundarlag, men er sett fyrisitingarliga sum eitt óformligt forum við umboðum frá dómsvaldinum, ákæruvaldinum, Kriminalforsorgini, Fróðskaparsetrinum, Advokatfelagnum og lógatænastuni á Løgmansskrivstovuni.

Íroknað skrivaranum, sum eisini virkar sum nevndarlimur, eru 7 limir.

Tað er ongin formaður og ongar fundarfrásagnir verða førdar frá fundunum í ráðnum.

Í revsirættarráðnum sita í dag 3 konur og 4 menn. Hetta er samsvarandi javnstøðulógini § 8.

Nevndin fyri Norðurbryggjuna
: Sbrt. § 8.2 í viðtøkunum fyri grunnin er ásett, at fondens bestyrelse består af 7 medlemmer hvoraf Naalakkersuisut, Grønlands Selvstyre, Færøernes landstyre, Islands Statsministerium og Danmarks kulturministerium udpeger et medlem, mens de resterende medlemmer udpeges af repræsentantskabet.

Tann limurin, ið Føroya Landsstýri hevur valt er maður. Hetta er samsvarandi javnstøðulógini § 8.

Sp/f Ítróttarvedding
: Landsstýrið eigur bert 20 % av partapeninginum. Á aðalfundinum røkkur tað bara til ávirkan á ein nevndarlim.

Í dag er ein nevndarlimur valdur umboðandi landsstýrið, ein kona.

Ivasamt er um slíkt val yvirhøvur er fevnt av javnstøðulógini § 8, men um vit leggja tað til grund at so er, so er valið í lagi.

​Løgmansskrivstovan

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.