Almannamálaráðið skipar viðgerðartilboðið í samstarvi við Felagið hjá føroyskum sálarfrøðingum.
Nú ber til hjá teimum, sum vóru fyri kynsligum ágangi barnaárini, at fáa sálarfrøðiliga viðgerð.
Almannamálaráðið hevur, í samstarvi við Felagið føroyskir sálarfrøðingar, skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum stríðast við seinárin. Avtala er gjørd við felagið, og á heimasíðuni hjá felagnum er ein listi við teimum sálarfrøðingum, sum vilja veita hesa viðgerð. Tey eru øll autoriseraðir, privatpraktiserandi sálarfrøðingar.
- Vit, sum starvast sum sálarfrøðingar, vita, at tørvur er á slíkum tilboði. Vit rokna tí við, at tey verða nógv, sum fara at taka av, sigur Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna í Felagnum føroyskir sálarfrøðingar.
Viðgerðartilboðið, sum er ókeypis, er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn. Tey, sum ynskja at fáa hesa viðgerð, skulu sjálv seta seg í samband við ein av teimum sálarfrøðingum, sum standa á listanum hjá felagnum. Listin er at finna á heimasíðuni hjá felagnum, psykolog.fo.
- Kynsligur ágangur hevur svárar fylgjur fyri hin einstaka, og tí er hetta eitt so sera týdningarmikið stig í arbeiðinum at seta í verk Heildarætlanina um kynsligan ágang, sum samgongan hevur sett sær fyri, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Viðgerðartilboðið verður skipað sambært Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur.
Tey, sum vilja hava viðgerð hjá sálarfrøðingi fyri seinárin, kunnu lesa meira á amr.fo.
Kelda: Løgtingið