Nú stundar til, at valhølini verða latin upp, og tú skalt taka eina avgerð um, hvør skal umboða teg á Føroya løgting.
Vit hava í valstríðnum víst á, hvat vit ætla at arbeiða fyri. Vit ætla at lætta um hjá teimum veikastu, stuðla barnafamiljuni og uppraðfesta almanna- og heilsumál. Men vælferð kemur
ikki av sær sjálvari!
Vinnan skal hava tryggar og varandi karmar, so búskapurin framhaldandi kann vaksa. Tí má tað gerast hugaligari hjá borgarum at arbeiða. Skatturin hjá lág- og miðalløntum skal
lækkast, og avgjøldini skulu minkast.
Vit í Fólkaflokkinum eru púra greið – Vit ynskja, at framburðurin skal halda fram. Vinnan skal sleppa at menna seg og vaksa, sum kemur øllum samfelagnum til góðar. Vit fara tí á val fyri
at tryggja framburðin og vælferðina í hesum landi.
Far tí á val og vel Fólkaflokkin!
Gott val!
Uni Rasmussen
valevni hjá Fólkaflokkinum