Endamálið er at vísa Føroya løgtingi okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, og soleiðis vísa, at vit eru samd við Føroya biskupi, tá ið hann sigur: “ Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu.”
Tiltakið byrjar við sálminum “Boðar tú til allar tjóðir,” og síðani verður kunnað um tiltakið. Tiltakið endar við, at “Faðir Vár” verður biðið í felag, og síðani verður tjóðsangurin sungin.
Fyrireikararnir, ið umboða kirkjur og samkomur í Føroyum vóna, at fólk møta fjølment!