NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Varpið verður navnið á nýggja mentanarhúsinum

18/1/2022

Comments

 
Picture
Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík skipaði í vetur fyri navnakapping til mentanarhúsið í Klaksvík, har freistin fyri at senda inn uppskot var 16. november 2021.

Heili 60 fólk ymsastaðni frá, sendu inn tilsamans 70 uppskot til navn. Stýrið fyri Grunnin hevur síðani viðgjørt uppskotini á nøkrum fundum – eisini saman við sakkønari hjálp.

Á fundi 11. januar 2022 var so avgerð tikin um at halda seg til uppskotið hjá Poulinu Slættanes – at navnið á mentanarhúsinum skal verða: Varpið!

Í dag var navnið avdúkað av Poulinu Slættanes á lítlari samkomu, sum var inni í høllini, ið er undir bygging, bygd sum ein stórhøll afturat norðanfyri posthúsið.

Umráðandi var at fáa eitt navn, sum er serstakt, lætt at minnast, lætt at siga og er serstakt fyri Klaksvík.Varpið er kent staðarnavn í Klaksvík, ið helst stavar frá Nólsoyar Páll. Í dag sæst ikki nógv til Varpið (gamla timburhandilin) ella Varpabrúnna.

Nólsoyar Páll skrivar til myndugleikarnar í 1806, at hann hevur bygt eitt “kølhalings varf”, ella eina beding, har hann kann fáa skip sítt umvælt. Aðrir sjófarandi fáa við hesum umstøður at bøta um teirra skip. Umstøður, ið ikki funnast aðrastaðir í landinum tá.

Orðið “varf”, ið Nólsoyar Páll skrivar, stavar frá enska orðinum “wharf”, ið merkir atløgubryggja til upp- og avskiping. Á gomlum Hálendskum finst orðið “werf” og “Scheepwerf”.  Varf er síðani vorðið til Varp og Varpið.

Tó er tað ikki staðarnavnið, Varpið, ið stýrið ynskir at flyta og brúka aðrastaðni!

Tað, stýrið leggur seg eftir í týdninginum av orðinum, er meira:

· Eitt varp er m.a. eitt pláss, har fuglur heldur til og eigur. Vit hava mong vørp í Føroyum, onkur teirra eru nær íbúðarøki og hava hesi upp ígjøgnum øldirnar havt stóran týdning fyri mannlívið. Bæði at vinna føði av og at kunna ræna.

· Tær ymsu listagreinirnar, sum framføra í húsinum, eru jú listafólk av ymsum slagi og sum bera hugmyndir í kviði, sum so verða ”verptar og ella varpaðar” á pallinum. Varpið er sostatt staðið, har listafólk verpa síni egg.

· Varpið ger listafólkini til fuglar, sum flúgva frítt, brúka og sýna sítt hugflog, og hava eitt stað at lenda og verpa á, - í Varpinum.

· Ein annar týdningurin er at varpa, sum merkir at kasta - og ger tað hetta eisini meira ítøkiligt og nærliggjandi, at hugbornir lutir verða til lutbornar ella luftbornar lutir, frá hugflogi til framførslur.

· Leikir, tónleikur og list verða varpað av pallinum út til hyggararnar. Hyggjararnir verða mettaðir við ”andligum eggum”, kundi ein sagt.

· Her kann leggjast afturat útvarp, sjónvarp, kringvarp, sum varpa ljós á ymisk tíðindi, eisini varpa ymiskar tónleika- og mentanarsendingar – At varpa er í hesum føri tað sama sum at miðla ella at umtala og greiða frá.

· Eisini merkir varp akker. Sagt varð til dømis: Skipið liggur fyri varpi á víkini. Hetta ber eisini tyngd og góðsku, tí tað ger mentanarhúsið til eitt stað, sum mentan í Klaksvík er ankrað í,   (forankrað í) - hon fýkur ikki fyri vág og vind.

Mongu línumenninir í Klaksvík hava brúkt varp ella dregg at halda línuni liggjandi á øki, hon er sett í.

Stýrið metir orðið, varpið, at sita væl, er hóskiliga stutt, hevur fleiri gagnir týdningar fyri brúkið av húsinum og ljóðar forkunnugt, samstundis sum tað er kent í Klaksvík í ymiskum brúki, sigur forkvinnan í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Jóhanna takkaði Poulinu Slættanes, vegna stýrið fyri hugskotið, ið stýrið fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, hevur valt at taka av.

So viðtikið er, at navnið á mentanarhúsinum í Klaksvík verður, Varpið!

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.