NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vandin er ikki av

7/1/2021

Comments

 
Picture


”Vit hava staðið saman og ansað eftir hvørjum øðrum. Tí hevur gingist væl at byrgt fyri ótálmaðari smittuspjaðing í samfelagnum. Tamarhald er á smittustøðuni í løtuni, men støðan er framvegis álvarsom. Smittutølini tær seinastu vikurnar vísa greitt, at smittan ger um seg her heima. Tað er eitt frambrot, at vit í næstu viku byrja at koppseta eldri og heilsuveik fólk. Eg havi góðar vónir um, at vit við samanhaldi, áliti og áhaldni fara at vinna stríðið ímóti koronu”, sigur løgmaður Bárður á Steig Nielsen.

Landsstýrið, landslæknin og farsóttarnevndin fylgja neyvt við smittustøðuni og gongdini í okkara grannalondum.

Nógv verður tosað um nýggj koronufrábregði, sum eru sera smittsom. Landsstýrið tekur hesi nýggju frábregði í størsta álvara, hóast tey enn ikki er staðfest í Føroyum, tí tey kunnu føra við sær, at heilsuverk Føroya kemur undir eitt so stórt trýst, at tað kann standa á at viðgera koronusjúklingar og aðrar sjúklingar. Øll positiv koronukanningarúrslit vera greinað, fyri at vita, um talan er um nýggj frábregði. Nýtt frábregði ger av álvara um seg í Onglandi, og er eisini staðfest í Danmark og fleiri øðrum londum.

Landsstýrið hevur viðgjørt koronustøðuna, og er til reiðar at brúka onnur amboð, um ein versnandi smittustøða krevur tað.

Tað er sera týdningarmikið at hava í huga, at tað er atferðin hjá tí einstaka, sum er avgerandi fyri at fyribyrgja smittuútbreiðslu.

Høvuðstilmælini eru:
Ferðist ikki til onnur lond uttan so, at tað er alneyðugt.

Eftir komu frá útlondum eiga ferðafólk at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið negativt úrslit av kanningini sætta dag.

Verið í størstan mun bara saman við teimum nærmastu og teimum, sum tú plagar at vera saman við. Avmarkið talið av sosialum sambondum.

Haldið tykkum frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.

Haldið tveir metrar frástøðu í almenna rúminum.

Øll tilmælini kunnu lesast á korona.fo.

Matstovur og skeinkistøð
Landsstýrið hevur avgjørt, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur kl. 22.00 til og við 17. januar.

Løgmansskrivstovan

Her øll tilmælini:
TilmæliDagført 7. januar 2021
  • Øll óneyðug ferðing til onnur lond verður frámæld.
  • Mælt verður til at fólk í størstan mun bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við.
  • Mælt verður til at halda tveir metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til.
  • Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
  • Mælt verður frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
  • Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.
  • Matstovur og skeinkistøð skulu frá fríggjadegnum 8.desember til og 17. januar 2021 lata aftur klokkan 22:00.
  • Handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at veða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Starvsfólk eiga hava verndarútgerð, um neyðugt. Handlar kunnu lætta um við til dømis at hava munnbind tøk til viðskiftafólk. Og tað er ábyrgdin hjá handilsvinnuni at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
  • Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri innkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Best er eisini at fara til handils, tá ið fá fólk eru í handlunum. Um nógv fólk eru í handlinum, er best at bera munnbind.
  • Mælt verður til, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.
  • Mælt verður frá, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum tey vanliga eru saman við, eru við. Hetta merkir, at tað ikki eigur at verða skipað fyri tiltøkum, har foreldur ella onnur avvarðandi eru við.
  • Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
  • Øll ferðandi, sum koma til Føroya eiga at fara í heimauppihald til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.
  • Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.