NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vaksandi eftirspurningur eftir íbúðum

8/4/2022

Comments

 
Picture
Hóast føroyingar í stóran mun framvegis keypa og byggja vanlig sethús, so er siðbundna bústaðarmynstrið við at broytast. Alsamt fleiri íbúðir verða bygdar, og eftirspurningurin eftir dýru fermetrunum er í støðugum vøkstri.

Bústaðarmynstrið broytist
Seinastu 10 árini er talið av íbúðum í Føroyum hækkað munandi, og á Streymoynni eru fleiri enn 500 nýggjar íbúðir bygdar í tíðarskeiðinum. Í 2021 vóru heili 144 av 197 nýggjum bústøðum á Streymoynni íbúðir.

“Vit síggja framvegis ein stóran eftirspurning eftir sethúsum kring landið, men serliga eftirspurningurin eftir smærri búeindum er vaksin nógv seinastu árini. Alsamt fleiri føroyingar velja at selja stóru sethúsini, tá ið børnini eru flutt heimanífrá, tí tey ynskja sær ein minni bústað, ið er lættari at halda,” sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn. Hóast útboðið av íbúðum er størri enn áður, so veksur eftirspurningurin skjótari, og tað er við til at leggja trýst á prísin.

Picture
Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.
​Vegurin inn á bústaðarmarknaðin
Umframt vaksandi eftirspurningin eftir íbúðum hjá eldra ættarliðnum, so standa smærri búeindirnar eisini ovaliga á ynskilistanum hjá teimum ungu, ið skulu fóta sær á bústaðarmarknaðinum.

“Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tað er ein av bjóðing hjá teimum, ið skulu seta búgv. Hóast rentan hevur verið lág, og tað í nógv ár hevur verið lutfalsliga bíligt at læna pening, so gera høgu sethúsaprísirnir tað trupult hjá ungum fólki at keypa eini hús. Tá eru ráðini ofta at byrja við at keypa eina íbúð, ið bæði kostar minni at keypa og halda,” sigur Petur Mohr Niclasen.

Fólkavøksturin hevur verið umleið 800 um árið síðani 2018. Av teimum er helvtin í Tórshavnar kommunu, og hetta sæst eisini aftur í eftispurninginum.
Picture
Miðalprísurin á íbúðum hækkaði við uml. 170.000 kr. úr 2,50 mió. í 2020 til 2,67 mió. í 2021. Tað svarar til ein prísvøkstur á 7%. Í fimm ára tíðarskeiðinum frá 2016 til 2021 hækkaði miðalprísurin á íbúðum við uml. 740.000 kr. úr 1,93 mió. til 2,67 mió. kr. Tað er ein prísvøkstur á uml. 38%.

Fyrstu fermetrarnir teir dýrastu
Broytta bústaðarmynstrið hevur við sær, at eftirspurningurin eftir íbúðum er vaksandi hjá bæði yngra og eldra ættarliðnum. Fleiri hava ráð til at bjóða upp á smærri bústaðirnar, og talan er eisini um lutfalsliga dýrar fermetrar. Í 2021 var miðal fermetraprísurin á einari íbúð í høvuðsstaðnum undir 60 fermetrar 45.400 kr., meðanfermetraprísurin fyri stóru íbúðirnar omanfyri 100 fermetrar í miðal var 27.200 kr. Í summum førum verða íbúðir eisini seldar fyri ein fermetraprís, ið liggur um 50.000 kr. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir miðal fermetraprísir á íbúðum í Tórshavn í 2021.

Fermetrar Prísur Fermetraprísur
Picture
Óviss framtíðarútlit
Í løtuni eru nógvar íbúðir í gerð, og fleiri byggiverkætlanir eru ávegis. Kundar rinda ein høgan prís fyri nýggjar íbúðir, ið hava góða staðseting, og lítið bendir á, at tørvurin á smærri búeindum verður nøktaður í næstum. Tó eru tað nú nøkur viðurskifti, ið kunnu væntast at tálma stóra prísvøkstrinum, hevur verið seinastu árini. Hækkandi rentur, vaksandi inflatión og kríggj í Evropa hava merkt árið 2022 higartil, og útlitini eru tí meira óviss enn áður.

Bank Nordik
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.