
Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar:
· Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnar. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.
· Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur
· Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.
· Á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa
Les meira um prísir o.a. her:
JáH (y) 11.12.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna