NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Væleydnað ráðstevna um støðuna á eldraøkinum

16/3/2022

Comments

 
Picture
​Landsfelag Pensjónista og Eldraráðini í Føroyum skipaðu í gjár fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan viðgjørdi støðuna á eldraøkinum í Føroyum og framtíðarhugsanir hesum viðvíkjandi. Sjóneyka varð eisini sett á starvsfólkatrotið, ið krevst eina loysn.

Karl Johansen, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), luttók og helt røðu á ráðstevnuni. Hann segði m.a., at eldri borgarar ynskja at búgva í egnum heimi, sum longst. Tað er eisini tað, sum eldralógin leggur upp til. 

Stýrisformaðurin segði í hesum sambandi, at NBH í longri tíð hevur arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi. 

- Í einum eldradepli verður raksturin munandi minni, við tað at starvsfólkatilfeingið verður betur gagnnýtt við t.d. færri náttarvaktum. Tað er sjálvsagt eisini ein týðandi liður í mun til starvsfólkatrotið, sum bara økist, segði Karl Johansen m.a.

Onnur evnið, sum vórðu viðgjørd vóru m.a. eldraráð sum myndugleiki og teirra uppgávur, eftirmeting av eldralógini, tænastan á eldraøkinum og framtíðarhugsanir, heilsustøðan hjá teimum eldru 75+, kanning og eftirlit á røktarheimum. Ráðstevnan endaði við einum pallborði við evninum: avbjóðingar og loysnir innan eldraøkið.

Røðan hjá Karl Johansen kann lesast her:

Góðan dagin øll somul

Takk fyri innbjóðingina og høvi til at halda eina røðu til hesa Ráðstevnuna.

Yvirskriftin til ráðstevnuna er, sum tykkum kunnugt: Støðan á eldraøkinum

Góðu áhoyrarar

Um eg var spurdur um, hvussu støðan á eldraøkinum í Norðoyggjum er, so hevði mítt stutta svar verið, at tað gongur gott, men at har er eitt MEN.  

- Vit gleðast um, at kunna veita bústað til okkara eldru borgarar, men vit ynskja at veita betri og meira fjøltáttaði bústaðartilboð 

- Vit eru errin av okkara fjølbroyttu tænastum, sum fevna um alt frá heimatænastu til venjing og dagtilhald, men vit ynskja at menna okkara tænastur enn meira.

- Vit hava eitt høgt fakligt støðið á fleiri økjum, og tað ynskja vit at halda fast í.

***

Tá ið eldraøkið varð flutt til kommunurnar at umsita, avgjørdi Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin.

Kommunurnar í Norðoyggjum góvu ístaðin teimum, sum kenna eldraøkið best, møguleika at mynda framtíðina á eldraøkinum.

Hvørji vóru tey? Jú, tað vóru starvsfólk, borgarar, avvarðandi og aðrir fakbólkur, sum samstarva verður við á eldraøkinum. Hesi luttóku í eini umfatandi nøgdsemiskanning og eftirfylgjandi varð visjónin hjá NBH orðað, og hevur hon verið stýringsamboðið hjá NBH líka síðan.

Kanningararbeiði víst m.a. at eldri borgarar ynskja at búgva í egnum heimi, sum longst. Tað sama leggur eldralógin upp til.

Tænasturnar hjá NBH vóru og verða tí áhaldandi mentar við ynskinum um fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru.

Her verður hugsað um eitt nú venjingarmøguleikar og dagtilhald, har sosiala samveran avgjørt ikki skal undirmetast, tí tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri tey eldru, sum gleðast um at kunna vera saman um ymiskt virksemi, so sum venjing, spæl, sang og hugnaligt prát.

Ætlanin er tí at halda fast í menningini av hesum økinum.

Eg kann t.d. nevna, at man í NBH hevur tveir samskaparar í starvi, har endamálið við tænastuni er at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum. Umframt at starvfólkatalið í Ven og Virka, sum er venjingarhøli hjá Fysio- og ergoterapieindini, er økt frá trimum til átta starvsfólk.

Hetta við tí endamáli, at skapa góðar tænastur, sum kunnu stuðla undir ynskinum, at búgva heima, sum longst.

Tey flestu málini í strategiini hjá NBH eru røkkin.

Onkrar tillagingar eru gjørdar í strategiini hjá NBH, tí vit vita, at onki er statiskt. Av somu orsøk hevur Stýrið fyri NBH tí eisini tikið avgerð um, at lata eina nýggja nøgdsemiskanning gera, soleiðis, at vit áhaldandi kunnu menna tænasturnar í samstarvi og eftir ynskjum frá m.a. borgarum, starvsfólkum og avvarðandi.

***
3. februar í ár varð skipað fyri kunningarfundi á Viðareiði í samband við at Stýrið hevur samtykt at fara undir at byggja ein tænastudepil á Viðareiði, sum fevnir um hølir til venjing, heimatænastu og dagtilhald.

Tað er gleðiligt, at vit um stutta tíð eisini kunna bjóða hesa tænastu til tey, sum búgva norðanfyri fjall.

Norðoya Bú- og Heimatænasta arbeiðir í løtuni við fleiri spennandi verkætlanum. Umframt tænastudepil á Viðareiði, so hevur NBH í longri tíð arbeitt við ætlanini at byggja ein eldradepil í Klaksvík, har heimatænasta, eldraíbúðir, dagtilhald, venjing og nýtt røktarheim eru í sama umhvørvi. 

Tíverri er eitt ordans knútapunkt, sum kann forða hesum ætlanum, men vónandi verður ikki so.

Í sambandi við at eldraøkið varð latið kommunum at umsita, varð greitt, at kommunurnar skuldu yvirtaka øll búpláss á eldraøkinum.

Hetta varð gjørt við tveimum undantøkum, nevniliga Norðoya Røktarheimi og Røktarheiminum á Tvøroyri, sum bæði eru sambygd við sjúkrahúsini á staðnum.

At byggja ein nýggjan eldradepil er ein stór og kostnaðarmikil verkætlan, og tí hevur í rúma tíð verið arbeitt við møguleikanum at lata Sjúkrahúsverkinum Norðoya Røktarheim, soleiðis at fígging kann fáast til vega at fara undir eldradepilin í Klaksvík. Enn er ikki komið á mál við hesum.

Men tað er okkara vón, at vit fáa greiðu á hesum ongantíð ov skjótt. Stýrið og leiðslan í NBH eru av tí greiðu sannføring, at hóskandi karmar fara at lyfta dygdina í tænastunum, tí umstøðurnar á m.a. Norðoya Røktarheimi eru avgjørt ikki nøktandi.

Í einum eldradepli verður raksturin munandi minni, við tað at starvsfólkatilfeingið verður betur gagnnýtt við t.d. færri náttarvaktum. Tað er sjálvsagt eisini ein týðandi liður í mun til starvsfólkatrotið, sum bara økist.

Tí er tað mín inniliga vón, at vit finna eina loysn á trætuni, sum endaligt kann staðfesta hvør eigur hvat.

Eitt kunnu vit í øllum førum longu staðfesta.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur brúk fyri meira plássi og vit í NBH hava brúk fyri at betra um okkara umstøður, so tað burdi verið so líka til.

***
Góðu starvsfólk á eldraøkinum

Tit knokla. Tað vita vit. Tit geva eina rúgvu av tykkum sjálvum hvønn dag til arbeiðis. Tit útinna tykkara uppgávur, veita fakliga sjúkrarøkt, veita umsorgan og tað nýggjasta: Tit eru øll meira ella minni tvungin at verða lærumeistarar.

Í NBH er man júst farin undir skipaða undirvísing fyri ófaklærdum. Hetta fyri at tryggja, at sjúkrarøktin framhaldandi kann vera á einum fakliga góðum støði. Tað sigur ómetaliga nógv um støðuna, sum allatíðina setur krøv til tykkum um at finna virðiligar loysnir á økinum.

Takk fyri tykkara megnar arbeiði.

***
Eg havi líka eina heilsan afturat. Hon er til Eldraráðið í Norðoyggjum. Tað er ein fragd, at hava eitt so vælvirkandi eldraráð, sum kann koma við góðum íkasti til viðurskifti, sum eru aktuel at viðgera á eldraøkinum. At eg skuldi sita á fundi saman við Eldraráðnum, sum stýrisformaður í NBH, tað heði Marna nokk ikki rokna við, tá hon spurdi pensjóneraða sýslumannin, um hann hevði verið áhugaður í, at stilla upp til eldraráðið.

Marna, kanska tú kanst ringja til mín næstu ferð tað verður val til eldraráðið.

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.