NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Útjaðarin eigur ikki at gjalda fyri miðstaðarøkið

19/11/2015

Comments

 
Picture
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er avgjørdur: - Sjálvandi skulu tey við lág- og miðalinntøkum hava ein skattalætta, og sjálvandi skulu øll vera við til at fíggja hann. Trupulleikin er bara, at hetta verður ikki úrslitið av tí, sum samgongan ætlar í løtuni, sigur Jógvan Skorheim.

Gjøldini, ið samgonguflokkarnir ætla at leggja á vinnulívið og privata borgaran fer bert at raka kommunur og einstaklingar í útjaðaranum. Við ætlaða tilfeingisgjaldinum verður tað so at siga bert útjaðarin, ið fer at gjalda fyri umfordeilingina, ið landið er í holtur við at gera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.

- Útrokningar hjá okkum vísa, at verandi tilfeingisgjald kostaði Klaksvíkar kommunu minst 3 milliónir í beinleiðis mistari skattainntøku fyri árið 2014. Hetta svaraði til eitt hálvt skattaprosent fyri Klaksvíkar Kommunu. Aftur at hesum koma óbeinleiðis avleiðingarnar av  teimum  ógvusligu gjøldum, sum samgonguflokkarnir ætla at leggja á vinnulívið kring landið. Tí eitt er vist, at peningurin, ið nú skal gjaldast landskassanum, hevur sett nógv avleitt virksemi í gongd, ið helst er størra inntøkan fyri kommununa. Nú samgongan ætlar at leggja eyka gjøld á vinnuna, ið fara uppum 100 milliónir, kunnu vit vænta ein dyggan smeit fyri tað grundarlag, ið vit júst hava gjørt fíggjarætlan eftir.

- Tað, ið samgongan ætlaði sum eitt rættvíst býti av virðum landsins, fer at enda við einari órættvísari skipan, har útjaðarin skal gjalda fyri miðstaðarøkið. Tað kann ikki vera rættvíst, um rokningin fyri umfordeilingina skal býtast ímillum útjaðarakommunurnar, ímeðan kommunukassin í miðstaðarøkinum ikki verður nortin. Tí havi eg ilt við at trúgva, at samgonguflokkarnir hava hugsað um, hvussu hetta fer at skeikla javnvágina millum kommunurnar, sigur Jógvan Skorheim.

Ójavnar fortreytir
- Tað er ein sannroynd, at tað vinnulívið, sum nú verður undirlagt eitt eyka tilfeingisgjald, heldur einamest til í útjaðaranum, ímeðan almennu stovnarnir og arbeiðsplássini fyri tað mesta eru í miðstaðarøkinum. Hetta gevur miðstaðarøkinum eitt heilt annað inntøkugrundarlag, enn útjaðarin hevur. Umframt hetta, fær eitt nú Tórshavnar kommuna stórar inntøkur av øllum av- og áskipingum, ið fara umvegis Tórshavnar Havn. Nú samgongan er í holtur við at fara eftir yvirnormala vinninginum, og roynir at finna eina rættvísa skipan, so kundi verið upplagt at farið eftir einum parti av teimum 40 milliónunum, ið Tórhavnar Havn hevði í yvirskoti í 2014.

- Hendan ætlanin við tilfeingisgjaldinum fer at innibera eitt roknistykki, har nakrar kommunur fara at gjalda fyri eitt nú skattalættan, meðan aðrar kommunur sleppa skaðaleysar, sigur Jógvan Skorheim, sum leggur afturat, at hetta fer at økja um gjónna ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, sum frammanundan er ivaleysa stór.

- Kommunufelagið er ein savnandi eind fyri allar kommunur í landinum, og tí haldi eg, at vit har eiga at standa saman um, at rokningin fyri skattalættan skal býtast javnt ímillum allar partar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Jógvan Skorheim, Borgarstjóri


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.