NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Uppskot til løgtingslóg um integratión (Integratiónslógin)

28/12/2021

Comments

 
Picture
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um integratión til hoyringar.
Í Føroyum er eingin integratiónslóg, og talan er sostatt um nýggja lóggávu. Talið av tilflytarum í Føroyum økist støðugt, og tí veksur tørvurin á væl skipaðari integratión eisini. Lógin hevur til endamáls at tryggja, at tilflytarar fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og síni evni á ein hátt, sum gevur teimum møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar og í samsvari við grundleggjandi virði og normar í føroyska samfelagnum. Lógin skal stuðla undir, at tilflytarum verður tryggjað høvi at gerast partur av politiskum, fíggjarligum, arbeiðsmarknaðarligum, sosialum og mentanarligum sambondum.
Lógin skal eisini tryggja, at hvør einstakur tilflytari er kunnaður um treytir, krøv og møguleikar, sum eru galdandi í samfelagnum. Ætlanin er at seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarar hava víst í verki, at teir vilja vera partur av føroyska samfelagnum. Hesar treytir verða ásettar í útlendingalógini, men um tað skal bera til at seta slíkar treytir, má eitt hóskandi integratióstilboð eisini vera tøkt. Í fyrstu atløgu gevur lógin tí myndugleikum heimildir at seta í verk, fremja og fíggja integratiónsfremjandi tiltøk og átøk, m.a. undirvísing í Føroyskum sum annaðmál, sum Mentamálaráðið hevur ment og sett í verk.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, fegnast um, at uppskotið nú verður sent til almenna hoyring: “Nógvir útlendingar flyta til Føroya við tí endamáli at verða verandi og skapa sær ein gerandisdag í Føroyum, og tá er umráðandi at samfelagið sum heild er til reiðar at taka ímóti teimum. Tað liggur tískil stór ábyrgd ikki bara á myndugleikunum, men eisini hvørjum einstøkum borgara her í landinum at gera sítt til, at integratiónin eydnast væl. Integratiónslógin er eitt týðandi stig á hesi leið.”
Uppskotið er sent einum breiðum skara av felagsskapum, myndugleikum, feløgum, áhugafelagsskapum og øðrum, og endamálið er at røkka so nógvum sum gjørligt, tí væl eydnað integratión hevur týdning fyri øll. Tað ber til at lesa uppskotið á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum: www.uvmr.fo.
Viðmerkingar skulu sendast Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á uvmr@uvmr.fo.
Freistin at gera viðmerkingar er sett til 25. januar 2022.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 28. desember 2021.
Her síggja tit uppskoti, klikk link her: uppskot-til-løgtingslóg-um-integratión-integratiónslógin.docx (live.com)

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.