Les eisini: Terror í Kalifornia: Minst 14 fólk deyð í skotbardaga; inkl. tvey mistonkt
Fleiri amerikanskir fjølmiðlar skriva, at talan er um 28 ára gamla Syed Rizwan Farook og 27 ára gomlu unnustu hansara Tashfeem Malik. Saman áttu tey eisini eitt barn, sum einans er 6 mánaðar gamalt.
Eftir skotbardagin á stovninum Inland Regional Center - fór parið avstað við einum svørtum jeepi, har tey síðan lótu lív - eftir ein skotbardaga við løgregluni. Tann triðji persónurin er nú eisini handtikin og er á lívið.
Klandur skal hava verið á stovninum, tá ið tey høvdu eina jólaveitslu kvøldið fyri - og seinni (dagin eftir) varð Farook, Malik og ein annar komin inn í stovnin fyri tey brekaði og skotið frá hond. Rokna verður við, at higartil so hava 14 menniskjur latið lív og uppaftur onnur 17 eru alvarsliga særd av skotum.
JáH (y) 03.12.2015