NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ungdómurin hjá Javnaðaflokkinum vendir flokkinum baki.

16/9/2015

Comments

 
Picture
SU limir taka frástøðu

Tá tú bjóðar teg fram sum flokkur at stjórna einum landi, er umráðandi, at tú hevur dirvið og hugsjónir, sum vísa hvat fyri samfelag, tú ynskir at skapa. Tíverri valdi Javnaðarflokkurin enn einaferð at boyggja seg fyri teimum, sum ikki vilja, at allir borgarar skulu javnsetast. Enn einaferð varđ politikkurin lagaður eftir snævurskygdu hugburðinum hjá nøkrum fáum.

Vit eru ógvuliga vónbrotin av Javnaðarflokkinum fyri ikki at vísa í verki, hvat javnaðarhugsjónin veruliga snýr seg um. Nemliga at tryggja øllum samfelagsborgarum góð, virðilig og javnsett kor. Tað hevði tænt flokkinum og hugsjónini, at vit gingu á odda í stríðnum fyri at tryggja javnsetan í hjúnarbandslógini. Um vit sum javnaðarfólk ikki í felag vísa brøðralag við minnilutarnar í samfelagnum og tryggja teimum somu rættindi sum onnur í samfelagnum, hvør skal so gera tað?

Umframt hetta, eru vit serstakliga hørm um ta viðferð, Sonja Jógvansdóttir hevur fingið í Javnaðarflokkinum. Tað er fulkomiliga óhoyrt, at ein politikkari, ið hevur fingið yvir 1000 persónligar atkvøður, verður settur uttanfyri ávirkan. Tað er at halda veljaran fyri gjøldur.

Tað hevði ikki kostađ nakað, at nevnt borgarliga vígslu í samgonguskjalinum. Ein hevði enntá kunnađ nevnt borgarliga vígslu av samkyndum, og samstundis loyvt løgtingsfólki at atkvøđa eftir egnari sannføring. Ístaðin hava samgonguflokkarnir valt at senda eitt statement við at strika borgarliga vígslu úr samgonguskjalinum. Vit vilja ikki longur vera partur av einum flokki, sum ikki tekur neyðugu uppgerðina við homofobisku hugsanirnar, sum ávísir politikkarar leggja fyri dagin, og sum binda flokkin niður, so hann ikki eins og í øðrum málum fær tikið eina felags støðu.

Javnaðarflokkurin heitti á Sonju um at stilla upp, og flokkurin hevur vunnið nógvar atkvøður við at loyva henni framat. Atkvøður, ið møguliga ikki annars høvdu fariđ til Javnaðarflokkin.

Vit vóru vónrík valnáttina og sóu fyri okkum, at nú var tíðin endiliga komin, har homofobarnar høvdu mist takið. Men vit síggja í dag, at so er tíverri ikki. Tí enn er tað teir, sum seta dagskránna í Javnaðarflokkinum, tá tað kemur til rættindi hjá samkyndum.

Vit hava tí tikið avgerð um, at vit ikki longur eru partur av flokkinum. Vit kenna ikki, at javnađarhugsjónin verður umboðað soleiðis, sum hon eigur og skal í einum Javnaðarflokki.

Viđ javnađarkvøđu,

Oda Kjartansdóttir Strøm, forkvinna

Barbara Gaardlykke Apol, kassameistari

Katrin Jógvansdóttir, limur

Guđriđ Guđjónsson, limur

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.