Ungdómsgranskingin vísir, at skipað frítíðarvirksemi hevur jaliga og fyribyrgjandi ávirkan á trivnaðin hjá børnum og ungum, og sama er galdandi fyri sambandið við foreldrini.
Klaksvík tekur sum einasti býur í Føroyum lut í “Youth in Europe”-verkætlanini. Youth in Europe er ungdómsgransking, har trivnaðurin hjá børnum og ungum verður kannaður og viðgjørdur. Ein heilur árgangur av ungum í Klaksvík hevur tikið lut í granskingini, og tí ber nú til at samanbera úrslitini úr Klaksvík við aðrar evropeiskar býir.
Íslendingurin Jón Sigfússon er granskingarleiðari, og hann kemur nú til Føroya at leggja kanningarúrslitini fram. Granskingin gevur eina greiða ábending um, at tey ungu, ið hava tætt samband við foreldur síni, eisini trívast best. Og harumframt benda úrslitini á, at skipað frítíðarvirksemi hevur jaligt og fyribyrgjandi árin á trivnað teirra ungu.
- Vit leggja nógva orku í at útvega karmar, sum kunnu stimbra trivnaðin hjá børnum og ungum í Klaksvíkar kommunu, og við hesi granskingini fáa vit vísindaliga vitan um júst hetta, sigur Tonja Ziskason. Hon er toymisleiðari fyri málsøkið Børn og Ung og samskipar luttøkuna í ungdómsgranskingini fyri Klaksvíkar kommunu. Granskingin gevur innlit í teir ymsu faktorarnar, sum ávirka trivnaðin hjá børnum og ungum. Hetta umfatar eitt nú royking, rúsevnanýtslu, frítíðarítriv, skúlagongd og familjulív.
Vaksnar fyrimyndir hava stóran týdning
- Úrslitini geva okkum eina ábending um, at tað er beinleiðis samband ímillum trivnaðin hjá tí unga og leiklutin hjá foreldrunum. Tey, ið hava atgongd til foreldrini, tykjast at trívast best. Hesum gera vit eisini nógv burturúr í SSP-arbeiðnum, har vit leggja upp til, at foreldrini skulu takast við, tí tað vísir seg, at foreldrini hava ein avgerandi leiklut í trivnaðinum hjá teirra børnum, greiðir Tonja Ziskason frá.
Granskingin vísir eisini, at skipað frítíðarvirksemi hevur fyribyrgjandi ávirkan í mun til royking, rúsdrekka og rúsevni. Hetta ber samstundis boð um, at tað hevur stóran týdning fyri tey ungu, at tey eru í samband við vaksin, ið geva sær far um tey.
- Sum kommuna royna vit sjálvandi at gera karmarnar og møguleikarnar fyri trivnaði so góðar sum gjørligt; eisini við at taka lut í hesi granskingini, sum gevur okkum ítøkiliga vitan og hagtøl at arbeiða víðari við, sigur Tonja Ziskason, sum leggur afturat, at málið er at taka lut í granskingini yvir eitt longri tíðarskeið, soleiðis at ítøkilig vitan kann fáast til høldar um gongdina og menningina á økinum.
Mánakvøldið klokkan 19 verða úrslitini fyri Youth in Europe – Klaksvík løgd alment fram í Miðhøllini á Skúlatrøð (Ósáskúlanum). Øll eru tá vælkomin til framløguna, har granskingarleiðarin Jón Sigfússon fer at greiða frá granskingini og úrslitunum fyri ungdómin í Klaksvík.