Showið vara í 1 tíma 30 minuttir og ein fær absalutt ikki stundir at keða - tí pallskiftini ganga sera skjótt fyri seg og teir kendu figurarnir frá Pipar & Salt trýna á pallin - ein fyri og annar eftir.
Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe spæla sera gott saman og dynamikkurin ímillum teir báðar slær heldur ongantíð feil. Tað er sum pørini Gøg & Gokke ella rættari sagt - hvat man bert liva við Pipar - uttan salt ..?
Undirritaði fer við hesum - ikki at avdúka ov nógv av showinum - men heldur sterkt viðmæla, at tú eisini fer at hyggja eftir showinum, sum yvir 10.000 føroyingar longu hava sæð. Teir spæla eisini í Klaksvík um vikuskiftið og tað skal ikki undra meg, at tað eisini verður útselt har (um tað væl at merkja ikki longu er).
Takk fyri eitt mega gott show, Pipar & Salt.
JáH (y) 25.04.2018