Á sumri 2019 varð kunngerð lýst, sum ásetti, at týskt skuldi verða upptøkukrav á fleiri gymnasialum breytum. Eftir at málið er viðgjørt av nýggjum, og ymsu partarnir eru hoyrdir, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at týskt verður upptøkukrav á hugbreyt, men ikki á búskapar- og fyrireikingarbreyt á miðnámi.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur samstundis ætlanir um at fara undir eina heildarviðgerð av, hvørja støðu fremmandamál skulu hava í okkara skúlaverki sum heild.
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Jenis av Rana, 06.03.2020