Wiener Zeitung veit at siga frá, at tann 27 ára gamli maðurin skjeyt tilvildarlig fólk í rúgvuni á eini konsert í Nenzing, Vovarlberg í nátt, áðrenn hann seinni tók sítt egna lív við at skjóta seg sjálvan.
Tvey menniskjur eru dripin og minst 11 hava fingið skaða.
Maðurin skal hava skeldast við sína dámu og eftir tað, fór maðurin í bilin hjá sær, har hann tók vápn og byrjaði síðan at skjóta frá hond. Kvinnan, sum maðurin skeldaðist við - hevur ikki fingið skaða, skriva Wiener Zeitung.
Stór mongd av løgreglufólkið vóru á staðnum seinni fyri at kannað hvat gekk galiði tí eysturríkska býnum.
JáH (y) 22.05.2016