Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tilburðurnir eru partur av smittu, sum Landslæknin fylgir.
Í gjár vórðu 1.067 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 208.308 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 646 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 596 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 50 persónar smittaðir í løtuni.
Tvey fólku eru í løtuni innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Heilsumálaráðið