
Tann eini persónurin hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning eftir komu. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.
780 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 279.719 kanningar.
723 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 677 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 395 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið