
Tann 1. desember legði eg hetta filmsklippið út á Facebook, (sjá filmsklipp niðast í greinini), tá var gravkúgv byrjað uppá Stangarvegin omanfyri Borg og endiliga eru vit farin ígongd við Stangarvegurin og er hann nú raðfestur og verður dagførdur teir næstu mánaðirnar.
Hetta hevði eg sum mítt størsta hjartamál og síðani eg tók sæti í Klaksvíkar Býráð í september, hava vit fingið samtykt Garðabrekkuna og Kongaríkið og er eri sera takksamur, at endiliga verður Stangarvegurin eisini gjørdur. Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðuni fyri løtu síðani:
Arbeiðið er partur av ætlanini um at dagføra Stangavegin, frá býráðshúsinum og norður til Ánavegin.
Dagføring av Stangavegnum byrjaði í 80´unum, men steðgaði upp, tá kreppan rakti Føroyar í 1992. Seinnu árini hevur lítið verið gjørt við vegin, men fyri nøkrum árum síðani samtykti Klaksvíkar Býráð, at nú skal vegurin gerast liðugur, og hevur býráðið leypandi sett pening av til arbeiðið. Avsetti peningurin, sum í ár er uml. 4 mió. kr., verður brúktur til vegabreiðkan og gongubreyt.
Í hesum døgum verður arbeitt oman fyri Heilsøluna og Borg, har garður verður gjørdur, soleiðis at pláss er fyri gongubreytum á báðum síðum. Vegadeildin fremur arbeiðið og Kanjon hevur stoypt elementir, sum verða brúkt.
Komandi ár eru 3 mió. kr. settar av til parkeringspláss o.a. norðanfyri Garðabrekkuna (vanliga rópt Kongaríkið). Somuleiðis hevur kommunan keypt eini sethús, sum skulu takast niður fyri at flyta vegin (Garðabrekkan) longur norð, so brekkan ikki gerst so brøtt. Hendan ætlanin varð samtykt av býráðnum fyrst í 80´unum, og er síðani tikin fram aftur og samtykt av nýggjum.
Klaksvíkar Kommuna