§ 6. Trygdarskeiðið er ásett til 3 vikur, sum svarar til 4,5 stig í European credit Transfer System, ECTS-stig.
Eisini skulu sjómennirnir gjalda fyri hetta skeiðið og tað kann koma at kosta teimum nógvar pengar. Lestliga rokna umleið 15 - 20.000,00 kr. fyri hvørt skeiðið + mista inntøku, tí teir ikki kunnu sjálvandi ikki fara út at fiska, tá ið teir eru á skeið og soleiðis stendur í paragraf 11:
§ 11. Skúlin verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við trygdarskeiðið, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv.
Rokni við at nógvir sjómenn, sum hava valt hesa samgonguna hava ringan smakk í munninum. Tí einasta hendan samgongan hevur gjørt higartil, er at gera forðingar fyri høvuðsvinnuna okkara og síðani brúka pengarnar í høvuðsstaðnum. Forstandi ikki at okkara útjaðara politikkara góðtaka alt svansi sum fyrigongur í Tórshavn.
Her er lógin, klikk her ella á myndina omanfyri: "Kunngerð nr. 119 frá 11. november 2015 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum"
SáH