Nú hevur Mentamálaráðið í hyggu, at seta eina nýggja kunngerð í gildi, sum sigur at sjómenn skulu á trygdarskeið í tríggjar vikur, sama skeið, sum ídag tekur tríggjar dagar.
Fleiri tingmenn í andstøðuni tóku orðið, eitt nú Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Jacob Vestergaard, Jørgen Niclasen og spurdi um tað virkuliga var sannheit at so var? Rigmor Dam landsstýriskvinnan í mentamálum visti ikki at svara, men lovaði at kanna málið.
Jørgen Niclasen helt tað vera nógv fyri, at øll fólk hjá tí almennu fingið ókeypis skeiðir, men okkara sjómenn skuldi gjalda stórar upphæddir fyri at sleppa til skeið, so teir sloppi til skips.
Tað var annars Kári P. Højgaard, sum reisti spurningin, so tit sjómenn, nú skulu tit á skeið í tríggjar vikur fyri at fáa Trygdarskeiðið og Bláu bók og tit skulu sjálvandi gjalda alt sjálvir.
SáH