
Tveir persónar eru partur av kendari smittuketu, meðan tað enn ikki er greitt, hvussu tann triði persónurin hevur fingið smittuna.
1202 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 288.060 kanningar.
747 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 709 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 37 persónar smittaðir við koronu, og 275 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið