![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/corona28032020.jpg?1622954597)
Allir tilburðir eru partur av kendari smittuketu.
1747 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 278.939 kanningar.
721 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 675 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 382 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið