Pink, sum er fødd við navninum Alecia Beth More, sigur, at hon er í bedring og at hennara trý ára gamli sonur Jameson, sum eisini vísti tekin, at hava Covid 19 fyri tveimum vikum síðani, eisini er við at koma seg aftur.
“Lukkutíð hevur okkara lækni atgongd til at testa fólk og eftir at eg var blivin testa positiv fyri tveimum vikum síðani, blivu vit testaði aftur fyri nøkrum døgum síðani og nú eru okkara royndir negativar.”
Hon er sjálvandi glað fyri boðini og hevur hon givið sítt orð uppá, at hon ferð at stuðla Philadelphia Temple Unversity Hospital við 500.000 $, til æru fyri sína mammu, sum arbeiddi har í 18 ár.
Har umframt vil hon stuðla 500.000 $ til grunnin hjá Los Angeles borgmeistara fyri kreppurakt fólk við Covid-19.
SáH