NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tollmálið kann hella báðar vegir !!!

30/9/2015

Comments

 
PictureJan Lamhauge, Liljan Weihe, Sveinur Tróndurson og Dia Midjord.
Rættarsakin um Tollmálið helt fram í Eystara Landsrætti í dag og byrjaði morgunin við eitt sindur av tekniskum trupuleikum ...

Tað varð eitt sindur av látri - tí tá ið tey endiliga fingu tann eina skermin at rigga, so byrjaði tað við at sjónvarpverturin Bogi Godtfred segði: "Ja, tit muga orsaka - men vit hava eitt sindur av tekniskum trupuleikum í dag .." Hetta varð nú ikki nakað avtala spæl - tí sendingin byrjaði veruliga soleiðis - og bleiv sum sagt, ein ordiligur látur í rættarsalinum.

Men hetta málið er ikki nakað at flenna at. Nógv stendur uppá spæl - bæði hjá KVF stýrinum, Portalinum og sjálvandi eisini Jørgen Niclasen. Rætturin byrjaði við at vísa tær ymisku sendingarnir sum KVF hevur víst í tíðarskeiðinum desember 2013 til miðjan februar 2014 og talan varð um minst 15 brot sum blivu víst í fyrstu syfti. 

PictureChristian F. Andreasen og Jørgen Niclasen
Og so bleiv dokumentar filmurin hjá Jan Lamhauge "Eg helt Landsins lógir" vístur á stórskýggan. Ongin ivi er um, at hetta málið er eitt sera drúgt mál at koma ígjøgnum tí nógvir eru spurningarnir sum setast skula til ávíkavist Jørgen, KVF og Portalin. Eftir at vit høvdu hugt eftir film í góðar 3 tímar - so søgdu dómarnir at vit nú kundu sleppa á døgurða steðg. 

PictureTíðindaleiðarin hjá KVF Liljan Weihe og sakførarin hjá henni Ole Liedke fáa sær eitt prát uttanfyri rættin.
Eftir døgurða-steðgin - so greiddi sakførarin hjá KVF, Ole Liedke frá hvat tey ymisku hava sagt. Tann fyrsti sum skuldi verja seg sjálvan varð Jan Lamhauge. Ole Liedke las upp vitnis frágreiðingina hjá Jan og spurdi hann so nakar einkultar spurningar, sum vóru í tráð við - tað hann hevði skriva og sagt. Síðan tráðspurdi sakførarin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen hann og fingu vit eitt sindur meira innilit inn á málið - enn vit vistu áðrenn.
  Síðan skuldi Liljan Weihe, tíðindaleiðari hjá KVF vitna og eftir tað skuldi so Dia Midjord, stjóri hjá KVF - sum øll høvdu tann danska sakførarin Ole Liedke at verja seg. Til endans bleiv so Sveinur Tróndarson avhoyrdur av álíkavist sínum sakførara, Bjørn av Heygum og Christian F. Andreasem, sum er sakførari hjá Jørgen Niclasen.
  Hvønn veg málir vendir nú - er tó ilt at siga um beint nú - tí málið kann hella báðar vegir uppá núverandi tíðspunkt. Báðir partarnir skula møta aftur í rættinum næsta týsmorgun kl. 09.00 - har Jørgen Niclasen sjálvur skal greiða frá - og síðan skula sakførarnir Ole Liedke og Bjørn av Heygum koma við sínum frágreiðingum. Mikudagin skal so sakførarin hjá Jørgen, Christian F. Andreasen greiða frá - áðrenn tað endiligt skal standa upp til teir 3 donsku dómaranir.

Sí annars tekningar, sum undirritað hevur teknað av teim ymisku persónunum í rættinum í dag niðanfyri. Trýst á tekning fyri at gera tær størri ..!

JáH (y) 30.09.2015

Picture
Picture
Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.