Kommunan harmast sjálvsagt støðuna, men tekur øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast virkin aftur. Í hesum tíðarskeiði bjóðar kommunan ansing í so stóran mun, tað letur seg gera í verandi umstøðum.
Dagstovnarnir
Dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera.
Starvsfólk á dagstovnaøkinum verða eisini rakt av koronu í teirra egna heimaumhvørvi. Um dagstovnur manglar starvsfólk í einari stovu, kann leiðarin stytta um upplatingartíðina hjá viðkomandi stovu. Leiðarin boðar foreldrunum frá hesum beinleiðis.
Kommunala dagrøktin
Dagrøktin heldur fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur spælistovan framhaldandi stongt í komandi viku.
Frítíðarskúlin
Snjallabjalla verður framhaldandi stongd í komandi viku. Um broytingar koma her, verður tað fráboðað seinni.
Húsið
Húsið verður framhaldandi stongt í komandi viku.
Skúlatrøð
Skúlaleiðslan á Skúlatrøð hevur somuleiðis boðað kommununi frá, at støðan er óbroytt. 1.-3. flokkarnir fara í skúla sum vant, meðan 4. flokkur og uppeftir framvegis eru heima og fáa fjarundirvísing.
Mett verður um støðuna í seinnu helvt av komandi viku.
Klaksvíkar Kommuna