Hundar í Klaksvíkar kommunu skulu vera í bandi, eisini sjálvt um eigarin hevur fult tamarhald á hundinum. Hetta staðfestir kunngerð frá 2014, sum kann lesast her: Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi
Kenna eigarar tørv á at lata hundin renna leysan, verður víst til ásettu hundaøkini í kommununi – eitt nú úti í Grøv, har innhegnað øki er ætlað hundum at renna leysir.
Umframt at hava hundin í bandi, hava eigarar eisini ábyrgd av at hava posa við og at taka upp eftir sínum hundi.
Í Klaksvík eru nøkur ruskíløt við hundaposum spjødd kring býin til sama endamál. Hesi kunnu eisini brúkast.
Klaksvíkar Kommuna