NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Tíðindaskriv: Námsferðir avlýstar vegna broyttar ferðatilráðingar

6/3/2020

Comments

 
Billede
​Danska uttanríkisráðið hevur hóskvøldið broytt tilráðingina um ferðing til Fraklands frá grønum stigi (“Vær opmærksom”) til gult stig (“Vær ekstra forsigtig”). Leiðslan á Glasi hevur tí gjørt av at avlýsa námsferðirnar, sum 300 næmingar og starvsfólk skuldu á fríggjadagin tann 6. mars.
Økta spjaðingin av Coronavirusinum COVID-19 og broyttu tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum gera, at starvsfólk, næmingar, foreldur og avvarandi seta alt fleiri fyrispurningar um, hvussu nú er við ferðing, fyrivarnum, smittuvanda, trygdartiltøkum og møguligum avlýsingum.

Skúlin hevur, síðani COVID-19 tók seg upp, hildið seg til ferðatilráðingarnar hjá danska uttanríkisráðnum og fylgt við dagføringum og møguligum broytingum. Broytingin í tilráðingini fyri Frakland varð avgerandi fyri avlýsingina.

Leinki til ferðatilráðingar frá uttanríkisráðnum eru her.

Ein flokkur á 3. ári og allir flokkar á 2. ári á gymnasialum miðnámi skuldu flúgva til París fríggjadagin. Við lærarum taldið ferðaliðið um 300 fólk. Orsøkirnar til avlýsingina eru fleiri:

· Óvissan og smittuvandin eru økt.
· Vandin fyri tiltøkum frá myndugleikum, eitt nú sóttarhaldi, er øktur.
· Sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá næmingum og starvsfólki er merkt.
· Alt fleiri mentanarlig tiltøk verða avlýst og søvn avlýsa framsýningar og læsa dyrnar og sannlíkt er, at hetta heldur á komandi dagarnar.

Alt hetta ávirkar sjálvt endamálið við námsferðunum og merkir námsfrøðiliga innihaldið.

Enn eru fíggjarligu avleiðingarnar av avlýsingini ikki greið. Hesin spurningurin verður viðgjørdur komandi dagarnar. Føroysku tryggingarfeløgini – TRYGD og BETRI – halda seg til tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum. Hjá báðum feløgum er tað galdandi, at avboðstrygging tekur við, um uttanríkisráðið frámælir ferðum til ferðamálið. Greitt er tó, at broytingin í tilráðingini ikki er eitt beinleiðis frámæli. Tí taka vanligu avboðstrygginginarnar ikki við, sum er.

Ein flokkur á 3. ári á Glasi fór avstað á námsferð hósdagin 5. mars. Ferðin gekk, umvegis Keypmannahavn, til Lissabon í Portugal. Har er tilráðingin enn grøn og broytingarnar í tilráðingunum og avlýsingarnar av ferðunum til París ávirka fyribils ikki hendan flokk og ferð teirra. Vit fylgja gongdini og kunna nærri, um meira er at frætta.

GLASIR

Lýsing Well Klaksvík
Billede
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.