STATUS á ELDRAØKINUM
Mikukvøldið, 20. januar kl. 19.00 skipar TIGN fyri almennum fundi í AULUNI á Læraraskúlanum. Frælsið 20 Tórshavn.
Á skránni verður orðaskifti um STATUS á eldraøkinum, nú eitt ár er fráliðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar.
Vit hava hoyrt í miðlunum, millum annað frá formanninum í Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst.
Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum.
Á fundinum verða stuttar framløgur um støðuna á eldraøkinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Mikkjal Sørensen, formaður fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy.
Elisabeth Myllhamar, økistænastan í Sandoyar sýslu.
Eyðgunn Samuelsen, Almannaráðið.
Sirið Stenberg, Heilsumálaráðið.
Orðaskifti
Orðstýrari á fundinum verður Jón Brian Hvidtfeldt.
Vegna TIGN
Rúna Sivertsen, forkvinna. Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinna, Betzy Ludvig, skrivari,
Mary Antonsdóttir, nevndarlimur og Tóra Torgarð, nevndarlimur.
Samband: TIGN, postrúm 2007 , 110 Tórshavn . [email protected],
Er áhugi at gerast limur, er árliga limagjaldið kr 200,00 og skal rindast á konto í Eik: 9181-385.985.3
Pensjónistar og lesandi gjalda kr 100,00 og kommunur og virkir gjalda kr 500,00.