NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tí stillaði Heðin Mortensen ikki upp til sendingina

7/12/2015

Comments

 
Billede
Kringvarpið vísir í kvøld eina sending um fíggjarviðurskifti í Tórshavnar kommunu.

Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum, heitti á meg sum borgarstjóra at stilla upp til hesa sending. Ynski hansara var at taka upp eina tímalanga bandaða samrøðu.

Sum borgarstjóri havi eg onki ímóti, at fíggjarstýring í Tórshavnar kommunu verður lýst í almennari sending.

Eg havi tó sýtt fyri at taka lut í bandaðari samrøðu við Jan Lamhauge, tíðindamann.

Orsøkin er forsøgan okkara millum, sum ger Jan Lamhauge ógegnigan at viðgera mál, ið viðvíkja mær sum borgarstjóra.

Hetta sigi eg m.a. eftir sendingina “Brandfellurnar”, har Jan Lamhauge legði meg undir at hava ábyrgd av syrgiligari vanlukku, og har fjølmiðlakærunevndin eftirfylgjandi feldi lemjandi dóm yvir journalistikkin hjá Jan Lamhauge í nevndu sending og í uppfylgjandi upptøkum.

Niðurstøðan hjá fjølmiðlakærunevndini
Atfinningarnar hjá fjølmiðlakærunevndini móti Jan Lamhauge vóru m.a.:
 at arbeiðshátturin var alt annað enn nøktandi
 at talan var um ósakligt og illa umhugsað innihald og framløgu
 at sendingin ikki tryggjaði, at øll viðkomandi sjónarmið vórðu lýst
 at talan var um einsíðuga lýsing, og um ósakligan og óvirðiligan vinkul
 at viðgerðin var tengd at stríði millum journalistin og undirritaða
 og at journalisturin dregur alla viðgerðina niður á eitt lágt stig og ikki fylgir reglum um góðan fjølmiðlasið.

Fjølmiðlakærunevndin vísti harumframt á, at hóast Tórshavnar kommuna kom við rættleiðingum til sendingina, áðrenn hon varð send, so valdi journalisturin ikki at kunna hyggjaran um hesi viðurskifti, og her livdi journalisturin ikki upp til sína ábyrgd sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Eg havi einki álit á tíðindamanninum um sakliga viðgerð – heldur ikki hesaferð.

Jan Lamhauge gjørdi eitt nú móti mínum vilja – og uttan at eg visti av tí – bandaða samrøðu við meg á Vaglinum við fjaldari mikrofon. Fjølmiðlakærunevndin segði, at hesar upptøkur bara drógu alla viðgerðina av hesum syrgiliga máli niður á eitt enn lægri stig.

Tað undrar meg, at ein slík dundurtala frá Fjølmiðlakærunevndini ikki fær nakrar avleiðingar fyri tey tíðindafólk, sum hava viðgjørt málið, og at somu fólk við loyvi frá leiðsluni framhaldandi sleppa at gera eftir øllum at døma sama slag av sendingum um somu persónar.

Hyggjarin skal upplýsast rætt
Hóast hetta havi eg játtað at virka við til sendingina, sum verður send í kvøld. Fríggjadag sendi eg tí svar uppá allar spurningarnar frá Jan Lamhauge, tíðindamanni. Hetta er rúgvismikið tilfar, sum leiðslan í Kringvarpinum eisini hevur fingið.

Flestu spurningarnir eru um fíggjarlig ella roknskaparlig viðurskifti. Tíverri taka fleiri spurningar støði í misskiljingum, tilvitað ella ótilvitað. Í slíkum førum er í svarunum greitt nærri og grundleggjandi frá, soleiðis at misskiljingar verða rættaðar, og rættir samanhangir lýstir.

Spurningur um gegni
Hyggja vit at, hvørjar leiðreglur galda í øðrum londum fyri tíðindastovnar, sum hava public service skyldur, so sæst m.a., at etisku reglurnar hjá Danmarks radio áseta, at vanligu reglurnar um gegni galda fyri tíðindafólkini. Við øðrum orðum galda ásetingarnar í grein 3 í fyrisitingarlógini fyri persónar, sum eru settir í starv, herundir eisini tíðindafólk.

Kringvarpið er og skal vera varðhundur í samfelagnum og minna á, at lógir og reglur skulu fylgjast, og at skeiv viðurskifti skulu hava avleiðingar. Hetta átti eisini at verið galdandi fyri Kringvarpið sjálvt - men so tykist ikki vera.

Sum borgarstjóri helt eg tó, at eg hóast hetta átti at viðvirka til sendingina. Men við forsøguni millum meg og Jan Lamhauge, og við støði í niðurstøðuni hjá Fjølmiðlakærunevndini, kann eg ikki vænta, at bandað samrøða okkara millum verður borin hyggjarunum sakliga.

Hósdagin gav eg tí tíðindamanninum og leiðslu Kringvarpsins tey boð, at eg fór at lata honum skrivlig svar uppá settu spurningarnar, og at eg annars vildi taka lut í beinleiðis sending við annað tíðindafólk, um Kringvarpið hevði ynski um tað . Lítil løta gekk, so varð sjónvarpsskráin mánakvøldið ruddað og sendingin “Heðin og Havnin” kunngjørd og brellbiti latin portalum.

Hetta kann geva ta fatan, at tíðindamaðurin eins og við sendingini “Brandfellurnar” ikki vil brúka tøkar upplýsingar og svar frá mær í sendingini. Eg taki tó sum givið, at Kringvarpið er so mikið at sær komið, at tað vil halda sjálvsøgdu journalistisku meginreglurnar um, at parturin, ið verður viðgjørdur og møguliga stendur fyri skotum í eini sending, eisini fær sínar grundgevingar og sjónarmið væl og virðiliga við í sendingina, so hyggjarin verður rætt upplýstur.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.