![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/kk-kommunl-kni22102021.jpg?1634910739)
Thomas Berthou nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2007 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014.
Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár í 2014 og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi.
Thomas Berthou tekur við starvinum eftir summarfrítíðina 2022, og tá vera tríggjar fastar læknaviðtalur á læknamiðstøðini í Klaksvík.
Klaksvíkar Kommuna