NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Theodor Esmar í vardum starvi á ítrottardeplinum

4/11/2015

Comments

 
PictureTheodor Esmar Hansen og Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Sum nakað nýtt hevur ítrottardepilin hjá Klaksvíkar kommunu sett Theodor Esmar Hansen í vart starv. –Hetta er eitt frálíkt átak, sum báðir partar kunnu fegnast um, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
35-ára gamli Theodor Esmar Hansen er menningartarnaður. Hann er kollfirðingur, men hevur búð í Runavík í nógv ár, og har hevur hann fingist við at rudda ítrottarøkið við Løkin.

Í summar flutti Theodor Esmar til Klaksvíkar, tí hann fekk íbúð á Heygavegnum. Stutt eftir tilflytingina setti hann seg í samband við ítrottardepilin hjá Klaksvíkar kommunu fyri at spyrja um arbeiði, og nú arbeiðir hann so í vardum starvi við at rudda ítrottardepilin tríggjar dagar um vikuna. Harumframt arbeiðir hann framvegis í Runavík tveir dagar um vikuna. Theodor Esmar er sjálvur sera fegin um at sleppa til arbeiðis, og serliga er hann glaður fyri tær sosialu relatiónirnar, sum starvið gevur honum.

Torkil Mørkøre, leiðari er sera væl nøgdur við nýggjasta starvsfólkið. – Theodor Esmar hevur sum fasta uppgávu at halda ítrottardepilin ruddiligan, og vit hava longu lagt til merkis, at økið er blivið munandi ruddiligari, síðani hann byrjaði, sigur Torkil. Hann leggur afturat, at Theodor Esmar røkir sínar uppgávur sera væl. – Býargartnarin hevur eisini fleiri ferðir nevnt, hvussu nógv penari og ruddiligari ítrottarøkið er blivið, so vit eru ordiliga glaðir fyri tað arbeiðið, sum Theodor Esmar ger. 

Í dag legði borgarstjórin leiðina framvið ítrottarøkinum, har hann heilsaði uppá Theodor Esmar og ynskti honum vælkomnum til Klaksvíkar og í starv hjá kommununi. Borgarstjórin er somuleiðis fegin um avgerðina um at seta Theodor Esmar í vart starv. – Eg eri glaður fyri, at Theodor Esmar er komin til arbeiðis á ítrottardeplinum. Sum kommuna leggja vit nógva orku í, at allir borgarar skulu trívast og sleppa framat í okkara býi. Nú eru íbúðarmøguleikarnir á hesum økinum batnaðir munandi, og tí er tað sjálvandi neyðugt, at vit fylgja við og gera okkara fyri, at fólk við skerdum førleikum gerast ein partur av arbeiðsmarknaðinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Spurningurin um arbeiðsmøguleikar fyri menningartarnaði er háaktuellur í løtuni, tí um heilt stutta tíð skipar Javni fyri ráðstevnu undir heitinum “Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn”. Í tí sambandi varpar Javni ljós á, at tað er eitt yvirskot av arbeiðsorku millum fólk við menningartarni, og at hendan arbeiðsorkan sjálvandi átti at verið gagnnýtt í samfelagnum. Hetta er eisini nakað, sum Klaksvíkar kommuna kennir aftur. – Eitt vart starv sum hetta er eitt frálíkt átak, sum báðir partar kunnu fegnast um. Fyri arbeiðstakaran gevur arbeiðið ein møguleika fyri at avrika og skapa vinarløg, ímeðan arbeiðsgevarin fær ágrýtin fólk at røkta sínar uppgávur við fullari orku, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna



Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.