NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Temadagur um trygd á sjónum

13/8/2016

Comments

 
Billede
- Ókeypis Kunningardagur um trygd hjá sjófólki

Fiskivinnan er runt heimin, skírd at vera eitt tað vandamiklasta arbeiðsplássið sum er. Tó, vísir tað seg, at trygdarátøk hava havt jaliga ávirkan í londunum rundan um okkum, og talið av vanlukkum er lækkað nógv. Hóast hettar, so vísir tað seg í londunum rundan um okkum, at fiskivinnan framvegis hevur 25-50 ferðir fleiri deyðsføll enn vinnur á landi.

Í Føroyum hevur  okkum vantað tøl, ið siga nakað um, hvussu støðan er hjá okkum í Føroyum. Tessvegna bleiv í 2014 farið i holt við at samla data inn um vanlukkur í føroysku fiskivinnuni. Hettar bleiv gjørt við at fara ígjøgnum allar vanlukkur hjá sjómonnum, sum vóru fráboðaðar til vanlukkutryggingarráðið í tíðarskeiðinum 1972-2014. Hettar arbeiðið tók uml. 4 mánaðir. Hettar tíðarskeiðið vóru 12619 vanlukkufráboðanir, harav 4163 vóru á sjónum, og av hesum vóru 3407 av vanlukkunum frá fiskivinnuni. Manningarfeløgini veittu peningaligan stuðul, so hetta arbeiðið kundi verða gjørt.

Í grannalondum okkara hava tey hagtalsviðgjørt vanlukkutøl, fyri síðani at kunna nýta hesar upplýsingar til at betra um trygdina á sjónum við at gera málrættað trygdarátøk.

Í 2016 játtaði Sjúkrakassagrunnurin, høvuðsøki 1, manningarfeløgunum pening til arbeiði at hagtalsviðgera og greina innsavnaðu tølini, soleiðis at vit eisini  kunnu menna trygdina út frá eini skipaðari vitan um okkara egna flota og teimum vanlukkum, vit hava havt í Føroyum. 
 
Út frá úrslitum frá hesum arbeiði koma vit nú at kunna vísa á afturvendandi orsøkir til vanlukkur, vísa á títtleikan av ymisku vanlukkunum innan ymiskar skipabólkar, og vísa á sermerktar vandastøður innan ymisku skipabólkarnar.
 
Á kunningardegnum koma hesi úrslit at verða løgd fram, umframt at vit fáa vitjan av spennandi fólkum úr Norra, Íslandi og Danmark, sum hava holla vitan innan trygdarmenning á sjónum í teirra heimlondum. Hesa vitan koma tey at deila við okkum, umframt at eitt umboð fyri Føroyar, Ragnar Ludvig, ið hevur arbeitt bæði innan trygd í Norra, í Sjóvinnustýrinum og nú sum stjóri á Sjónámi, eisini kemur at leggja fram.
 
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, endar dagin við at hugleiða um økið.
 
Kunningardagurin endar kl.15.00, men kl.19.00 byrjar ein sera spennandi panelfundur við umboðum fyri heilsuøki, manningarfeløgini, reiðarafelagið, trygdarmenning og við landsstyrismanninum í fiskivinnumálum. Evni á panelfundinum verður “Trygdar- og heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”.
 
Í steðginum ímillum framløgurnar og pallborðsfundin verður høvi at fáa rundvísing á Sjónámi, og Fiskiveiðueftirlitið kemur eisini at hava trygdarvenjing uttan fyri Sjónám kl.16.00.

Høvi verður eisini til at keypa sær ein góðan døgurða og annars fara ein túr út í býin at hyggja eftir onkrari framsýning, ið er partur av Sjómannadøgunum. Bæði tiltøkini eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. 

JáH (y) 14.08.2016

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.