Tíðarætlanin helt ikki orduliga, tað var framskunda eitt sindur, men hátíðarligt var tað og sóu súkklurnar og luttkarnir bara gott út.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Poul Huus Sólstein fyri súkklarnir, formaðurin í Krabbameinsfelagnum og Kála Lómaklett fyri Inner Wheel hildu røður. Eisini gav Kála súkklarnum eitt kekk uppá 5.000,00 kr. frá Inner Wheel.
Rakul Ró og Steintór Rasmussen sungu nakrar sangir og Klaksvikar Kommuna bjóðaði kaffi og lagøku til øll fólkini aftaná.
Sera hugnalig løtu og Norðoya Portalurin ynskir øllum eina góða ferð.
SáH